Elttør og Kallsberg:-Hetta er líka spennandi sum Sovereign Explorer

Løgmaður og oljumálaráðharrin eru samdur um, at hetta var eitt minst líka spennandi upplivilsi sum vitjanin á Sovereign Explorer. Báðir vóru á einum máli um, at hetta er eitt spennandi og framkomið skip

 

 

Millum gestirnar umborð á West Navion leygardagin vóru umboð úr landsstýrinum. Eyðun Elttør, landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Annfinn Kallsberg, løgmaður. Eyðun Elttør og Anfinn Kallsberg vóru báðir við á Sovereign Explorer, tá fólk vitjaðu har fyri sløkum tveimum vikum síðani.

 

Teir báðir vóru eisini á einum máli um, at hetta var eitt spennandi upplivilsi. Tað báðir eru eisini samdir um, at munur er á hesum skipinum og Sovereign Explorer. Hesir báðir fingu eisini serliga nógv uppmerksemi umborð á skipinum.

 

 

 

Elttør

 

Eyðun Elttør er fyrsti og higartil einasti oljumálaráðharrin í Føroyum. Hann er samstundis eisini útbúgvin maskinmeistari.

 

- Hetta var eitt upplilsi at fáa møguleikan at vitja hetta skipið. Tað er eitt stórt upplivilsi fyri meg bæði sum landsstýrismann og sum maskinmeistara, tí hetta skipið var tekniskt ógvuliga framkomið, samstundis sum hetta er nakað nýtt innan føroyska oljuvinna. Man kann siga, at eg var bæði við sum maskinmeistari og sum landsstýrismaður, sigur Eyðun Elttør.

 

Spurdur um hann helt, at oljumálastýrið hevur gjørt tað, sum teir kunna, nú ein oljuvinna so at siga er byrjað í Føroyum, segði Eyðun Elttør, at hann metti at oljumálastýrið hevur gjørt tað, ið tað hevur verið ført fyri.

 

- Vit hava ikki havt nógv fólk í oljumálastýrinum, so vit hava verið noyddir til at leita eftir hjálp uttani frá, men oljuvinnan er eisini so stór og umfatandi, at hetta má metast at vera neyðugt. Kjarnin í føroysku oljuvinnuni liggur tó í oljumálastýrinum, sigur Eyðun Elttør.

 

-Oljuvinnan er so risastór, at vit mugu venda nøsina úteftir fyri at fáa kunnleikan, men tað hevur alstóran týdning, at tað eru vit í Føroyum, ið áseta krøvini, sigur Eyðun Elttør.

 

Eyðun Elttør verður væntandi fyrsti føroyingurin, ið fær at vita, um nakað áhugavert goymir seg í føroysku undirgrundi, men hann hevur ikki gjørt sær so nógvar tankar um, hvussu gerast skal eftir hetta, tí tað er trupult at gera metingar um júst hetta.

 

- Vit mugu eisini ansa eftir, at vit ikki lata okkum imponera ov nógv, sigur Eyðun Elttør um tey mongu rósandi orðini, sum BP hevði at bera oljumálastýrinum.

 

 

 

Kallsberg

 

Anfinn Kallsberg var samdur við Eyðuni Elttør, at hetta hevði verið eitt spennadi upplivilsi. Hann sigur tó, at tað var heldur øðrvísi at vera umborð á West Navion og at vera umborð á Sovereign Exlorer. Fyrst og fremst tann sjónligi munurin, at talan var um eitt tvey ymisk sløg av riggum, men eisini tí at Sovereign Explorer var á leiðini, har hann skuldi bora.

 

Anfinn Kallsberg hevði eisini góð orð at bera tí tøkniliga partinum, og hann var skilliga nøgdur.

 

Ein av spurningunum, sum rættast er at venda móti Annfinni Kallsberg, er um framtíðar ætlanir viðvíkjandi framleiðslu innan føroysku oljuvinnuna.

 

- Tað eru sjálvandi tankar og fyrireikingar, sum eru gjørdar fyri nógvum árum síðani, og tað liggur eisini í oljulóggávuni, at so nógv sum gjørligt av aktivitetum skulu fremjast frá Føroyum av. Persónliga meti eg, at tað eru nógv positiv ting, sum kunnu fáast burturúr oljuni, og ein loysn kundi verið avgjøld, ið kunnu koma í staðin fyri tað, at alt skal um føroyskan bryggjukant, sigur Anfinn Kallsberg.

 

Løgmaður vil ikki út við hvørjar ætlanir og tankar landsstýrið hevur gjørt sær um framtíðar viðurskifti innan framleiðslu í føroysku oljuvinnuni.