Elska at spæla saman – og fyri øðrum

Orkestrið, Ælabogin, 20 ár og tað verður hátíðarhildið við konsert í Havn

 Fríggjadagin fyllir Orkestrið, Ælabogin, 20 ár, og tað verður hátíðarhildið við konsert og veitslu.  Tjúgu ára hátíðarkonsertin verður í hølunum hjá Dansifrøi í Havn, klokkan 16, seinnapartin leygardagin og hon er bæði almenn og ókeypi.

 

Ætlabogin er eitt orkestur, sum er manna við fólki við menningartarni og á konsertini fara tey at hava frumframførslu av verkinum, Ælavegur - Ælaveður, sum Atli K. Petersen hevur skrivað til høvið. Á konsertini fara eisini GHM og Havnar Hornorkestur at spæla. 

 

Annika Højgaard, sum var fyrsti leiðarin hjá orkestrinum, og sum framvegis er ein av leiðarunum, sigur, at tað var 28. september í 1990, at nøkur fólk hittust í kjallaranum í Skansastovu. Hetta vóru fólk við serligum avbjóðingum, sum fegin vildu spæla tónleik og tað var Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli, sum tók stig til fundin. 

 

Sámal Bláhamar, sum hevði verið í Noregi á stevnu hjá Kiwanis, hevði sæð eitt sama slag orkestur, og hann hevði síðani vent sær til Napolion Nólsoy, sum stóð á odda fyri kvøldskúlan,  og teir høvdu bjóðað Lillehammers Brassband, til Føroya. 

 

Tey høvdu nøkur ljóðføri við, sum kvøldskúlin fekk, sum eina hjálp at byrja eitt føroyskt orkestur við. Annika Højgaard sigur, at lagt varð til brots við góðum treysti og seinni vóru Brandur Øssurson og Sámal Andrias Weihe, eisini leiðarar. 

 

– Núverðandi leiðarar eru Johan Hentze, Katrin Jørgensen, Eirikur Skála og Annika Højgaard. Trý tey síðstu hava verið ávíkavist 15 og 20 ár.

 

– Tónleikararnir hava møtt trúðfast til venjingar, og dáma sera væl at vera í orkestrinum. Fleiri næmingar fáa regluliga undirvísing, og tað eru lærarar í musikkskúlanum, sum undirvísa teimum og hetta samstarvi hevur verið sera gott, sigur Annika Højgaard. 

 

– Ælabogin hevur eisini verið fleiri uttanlandsferðir. Vit hava verið á festivalum í Oslo, Hønefoss, Tróndheimi og Lillehammer, sum líknandi orkestur í Noregi hava skipað fyri. Á hesum festivalum møtast øll orkestrini, umframt at tey hava konsertir runt í býnum og enda við eini veitslu. 

 

– Nógv vinarbond eru knýtt millum spælararnar, og spenningurin er stórur at síggjast aftur.

 

Afturat noregstúrunum, hava vit verið konsertferð í Spania. Har spældu vit á einum verkstaði fyri fólk við menningartarni. Hetta var ein stór uppliving. Vit spældu eisini á einum barnaskúla og einum almennum stað. Tað var stuttligt hjá Ælaboganum at uppliva suðurlendsku sólina og fólkið har býr.

 

– Vit hava sjálvandi eisini ferðast í Føroyum og spælt konsertir. Spælararnir í Ælaboganum elska at spæla saman og at spæla fyri øðrum.

 

Ælabogin hevur, øll árini, havt konsertir nakrar ferðir um ári. Á hvørjum ári hava vit havt várkonsert, og spælt á Verkstaðnum Vón um jóltíðir. Eisini hava vit spælt í kirkjum og til ymisk tiltøk, tá heitt hevur verið á okkum. 

 

Eitt árligt hæddarpunkt hevur eisini verið Musikkstevnan hjá føroysku áhugaorkestrunum.Tað, sum øll árini hevur eyðkent Orkestrið Ælabogan, er gleðin við at spæla tónleik, sigur orkesturleiðarin. Tey spæla eftir litum og nakrir spæla melodi, men onnur spæla tónar í ljóminum. Vit hava eisini ein góðan rytmubólk við bassi, trummu og tangentum, sigur orkesturleiðarin. 

 

Niðanfyri eru nakrar myndir av Ælaboganum, sum tey sjálvi hava tikið.