Í morgun var lítil móttøka á skrivstovuni í Nes kommunu fyri Elsibeth Johannessen, sum byrjaði í skrivstovustarvi hjá kommununi í dag.
Tað var seint á heysti í 2023, at lýst varð eftir skrivstovufólki til umsitingina hjá kommununi, og inn komu 19 umsóknir.
Á býráðsfundi í Nes kommunu hin 27. november í fjør varð eftir tilmæli frá setanarbólkinum samtykt at seta Elsibeth Johannessen á Nesi í starvið.
Hon hevur skrivstovuútbúgving og drúgvar arbeiðsroyndir, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum.
Seinastu 15 árini hevur hon starvast á skrivstovuni hjá Taks í Klaksvík.
Í morgun nýtti Súni í Hjøllum, borgarstjóri, høvi vegna býráðið og umsitingina í Nes kommunu at bjóða Elsibeth Johannessen vælkomnari og ynskja henni allar bestu eydnu í nýggja starvinum.