Elsa Andreasen var besti dómarin í kvinnukappingini, og Lars Múller var besti dómarin í kappingini hjá monnum. Tað varð fyri lítlari løtu síðani kunngjørt í endasamkomuni fyri føroyskum fótbólti, sum í kvøld er á Hvonn.
-Hetta er eitt odruligt herðaklapp, sum eg eri fegin um, segði Elsa Andreasen, og eisini Lars Múller fegnaðist um heiðurin:
-At vera kosin at hava verið besti dómarin í undanfarna kappingarári er við til at geva mót og hug at halda fram í eitt ár aftrat, segði Lars Múller.










