Eldraøkið
Runavík: Tordur J. Niclasen, leiðari á heiminum, er sera fegin um nýggja bussin, sum gevur starvsfólkunum betri møguleikar at flyta tey gomlu, har tey nú einaferð fara við teimum, bæði her heima og uttanlands.
- Inni í bussinum, sum kom stutt fyri jól, er ein lyft, og øll trygdarviðurskifti annars eru í hásæti. Hevði lyftin verið uttaná bussinum og ikki inni í honum, hevði pláss verið fyri 2-3 fólkum aftrat, men vit valdu heldur hesa loysnina.
Tordur sigur, at setur kunnu takast úr bussinum eftir einum skinnara og eftir tørvi.
- Vit halda, at nýggi bussurin, sum hevur 11 sitipláss, er sera væl egnaður til endamálið og gevur okkum veldugar møguleikar, sigur hann.
Kári ágrýtin
Eysturoyar Røktar-og Ellisheim, sum hevur havt ein 12 ára gamlan buss, hevur í fleiri ár søkt um játtan til ein nýggjan.
- Hetta hevur gingið striltið, men eydnaðist umsíðir, sigur Tordur, sum ikki dylur, at hann er sera takksamur fyri ta ágrýtni, ið ikki minst Kári P. Højgaard, sum fíggjarnevndarlimur, hevur víst hesum máli.
Tað eru húsavørðarnir hjá Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi, sum hava nýggja bussin um hendi, og neyðugt er við stóra koyrikortinum hjá tí, sum situr við róðrið.
Kostnaðurin av nýggja Fiat'inum er umleið 400.000 krónur, tá ið alt er íroknað.
Uttanlandsferðir
Hvørt ár fara starvsfólk á heiminum í Runavík uttanlands við búfólkum.
Til tess at savna inn pening til hesar ferðir, verður skipað fyri regluligum bingo á heiminum. Hesi plaga at verða 14. hvønn dag ella triðju hvørja viku.
- Bæði búfólkum, avvarðandi og øðrum dáma væl at koma til hesi bingo, og ofta eru vit eini 100-150 fólk í tali sum spæla bingo, sigur leiðarin, Tordur J. Niclasen.