Ellisakfør sleppa at koyra við kenning

»Føroya Løgting fer í næstum at broyta ferðslulógina so­leið­­is, at tey sum koyra við ell­is­ak­før­um sleppa at koyra eitt sind­ur fullari enn tey, sum koyra í nýggjari bilum.

Tað er felagið Føroya Ell­is­­ak­før, sum hevur heitt á løg­ting­ið um at broyta lógina, tí tað er so keðiligt ikki at sleppa at drekka einar tvær, tríggj­ar øl, tá teir koyra við gomlu bilunum.

Tí fer løgtingið at hækka pro­mill­u­mark­ið fyri ell­is­ak­før frá 0,2 promillu til 0,8 pro­millu, sum tað var í gomlum døg­um.«
Hetta er altso ein joke! Men tó ein paralellur til tað, sum løg­ting­ið sam­tykti mik­u­­dagin, at menn í summum bát­um sleppa at sigla fullari enn menn í øðrum bátum.

Johan Dahl, lands­stýr­is­mað­ur, ætl­aði at pro­mill­u­mar­k­ið fyri at sigla skuldi vera tað sama sum at koyra bil. Men tað vildi tingið ikki, tí løg­tingið vil, at man skal kunna sigla eitt sindur fullari við smærri bátum enn við størri bátum – soleiðis at mann kann tilpassa seg til sjóvarfallið – og drekka øl!

Munnu tey verða heilt app­el­sin­frí, tá tey atkvøða í løg­ting­i­num?