Flaggdagskoyringin hjá áhugafelagnum Føroya Ellisakfør hevur verið eitt aftur vendandi tiltak, síðan felagið varð stovnað í 1992. Í ár byrjaði koyringin við at ellisakførini møttust á Shellstøðini við Ringvegin kl. 14.00. Síðan varð koyrt oman á Kongabrúnna, har ellisakførini stóðu, meðan flaggdagshaldið á Vaglinum fór fram. Eftir flaggdagshaldið varð koyrt niðan aftur á Shellstøðina við Ringvegin, har ellisakførini vóru sýnd fram. Samstundis sum gomlu bilarnir og gomlu motorsúkklurnar stóðu á økinum hjá Shellstøðini, fingu øll tey vitjandi okkurt gott, tey vaksnu fingu kaffi og wienarbreyð og børnini fingu ís og sunkist. Áhugin var stórur, og nógv fólk vitjaðu á Shellstøðini.
: