Elligamli fiskurin - eitt slag av kongafiski

Á Portalinum síðstu nátt høvdu vit mynd av elligomlum fiski, sum fiskimenn í Alaska hava fingið, og tað er ikki sørt, at lesarar hava ?reagerað? upp á greinastubban At fiskurin er í ætt við kongafisk ? og ikki búrfisk, sum vit nevndu ? er eingin ivi um. Tað sigur latínska navnið okkum.

Í greinini, vit funnu á heimasíðuni hjá Dagbladet.no, sum aftur vísti til AP-tíðindastovuna, verður fiskurin á latínskum nevndur ?sebastes borealis?. Hann var 1,12 metrar langur og vigaði 54 pund.

At latínska navnið á fiskinum byrjar við ?sebastes?, sigur, at hann er í slekt við kongafisk.

Á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni eru trý sløg av kongafiski nevnd, og tey byrja øll við navninum ?sebastes?. Vit duga tó ongan ?sebastes? at finna, sum endar við ?borealis?.

Neyvan er hann ókendur kortini.

Á heimasíðuni fáa vit at vita, at trantkongafiskur á latínskum eitur ?sebastes mentelle?, Lítli kongafiskur eitur ?sebastes viviparous? og Stóri kongafiskur eitur ?sebastes marinus?.

Eftir støddini á fiskinum, sum menn í Alaska fingu, minnir hesin mest um Stóra kongafiskin, sum sambært Fiskirannsóknarstovuni fæst á millum 100 og 1000 metra dýpi og kann gerast upp til ein metur langur.