Heiðurslønirnar í ár fara til Ellu Müller, Birgir Enni og Amnesty International, Føroya deild. Blaðstjórin mintist tó fyrst ein av teimum, sum fekk eina av hesum heiðurslønunum í fjør, nevniliga Sofus Olsen, sum ikki longur er millum okkum. Hini, sum fingu heiðurslønir í fjør, vóru Leila Solmunde og Óli Petersen.
Áðrenn Jan Müller las upp grundgevingarnar hjá dómsnevndunum tók hann fram nakrar av grundgevingunum hjá fólki, sum høvdu sent uppskot inn til heiðurslønirnar.
Um rúgvuni av viðmerkingum um Ellu Müller segði hann m.a.:
“Ella hevur verið aktiv í Náttarravnunum í nógv ár og hevur í tí sambandi av sínum eintingum fingið Lene Risberg at koma tvær ferðir til Føroya at tosa um Ecstasy misbrúk við skúlar og foreldur. ?Hon hevur verið frívillug vakt í Kvinnuhúsinum í nógv ár.??Hon er stuðul í kvøldarbeiði hjá ALV hvørt mikukvøld.?Hon skipaði fyri, at Stig Sørensen frá Mobbeland kom til Føroya í januarmánað at halda fundir um happing í Fuglafjarðar skúla og eg kundi sikkurt hildið á fram.??Øll hesi tiltøk krevja so sanniliga eisini fígging og krevur eisini av henni at skaffa tann neyðuga peningin frá stuðlum og fyritøkum og klárar hon tað sum onki.”
Ein annar innsendari skrivar soleiðis um Ellu:
”Eg haldi at Ella Müller átti at blivið heiðrað fyri sítt ótroyttiliga arbeiði, sum fevnir um mangt ymiskt. Ella hevur eitt stórt hjartað at hjálpa teimum ungu, happaðu, harðskapsraktum kvinnum og øðrum.
Ein annar skrivar:
"Eg vil fegin, at Ella veit, at vit eru nøkur foreldur, ið eru sera takksom fyri tað, Ella ger. Eins og steinur sendir alduringar í sjónum - so røkka teir alduringar, ið Ella sendir rundanum seg í samfelagnum, sera langt."
Ein triði skrivar:
"Eg havi gjøgnum árini sæð, hvat fantastiskt menninskja hon er, eitt einastandandi stórt hjartað fyri menniskjum sum uppá ein ella annan hátt hava tað svárt, treingja til ein góðan ella bara at verða har fyri ein, hon er troystandi fyri tey, sum treingja til tað og ger ein í góðum lag, hon er stuttlig og løtt uppá tá." Og víðari. “Ella gerð eitt stórt frívillugt arbeiði so nógva staðni, at man undrast yvir, hvar hon fær alla hasa orkuna frá, hon hevur jú stórt hús sjálv. Øll vita, hvussu nógv tað krevur at verða ein eldsál, at berjast fyri at fáa fíggjaliga hjálp og altíð at hava følisini uttanfyri klæðini yvirfyri fólki, sum hava brúk fyri hjálp. Eg kundi blivið við, tað er sikkurt nógv sum hon ger sum eg ikki kenni nakað til, so hendan dáman er kveikjandi, hitandi og ger nakað super gott fyri bæði familju og fólk í samfelagnum.”
Og til endans skrivar ein innsendari:
“Ella setur ketu-reaktiónir í gongd, ið eru sera týdningamiklar.
Ella er ein menniskjakennari og sannur íverksetari.”
Birgir Enni
Viðmerkingarnar, sum komu inn um Birgir Enni vórðu m.a. hesar: “Hann er ein sera samansettur persónur. Ein víkingur, ein, sum gevur íblástur, eitt lívsstykiki, ein rættur umboðsmaður fyri sítt land. Alt hetta vísir hansara breidd. Hann er ein heild og má síggjast sum so við sínum nógva fjølbroytni. Alt hetta er við at gera hann til ein gimstein, eina perlu. Hann er í veruleikanum eitt konsept. Ein sera spennandi persónur. Sett Føroyar á heimskortið. Ein ambassadørur fyri land og fólk. Hevur við ferðunum við Norðlýsinum víst landsmonnum og útlendingum, hvat okkara náttúra goymir. Hevur víst, hvussu vælsmakkandi føroyskur sjómatur kann vera. Hvussu fjølbroyttur hann kann vera. Hevur víst hvat havið goymið av góðum og sunnum mati. Hevur eisini tikið sær av ungfólkum, sum hava havt brúk fyri eini hjálpandi hond. Hevur ongantíð spart set fyri at gleða onnur. Hevur ongantíð hugsað um egnan vinning. Ofrað tíð og lív uppá at tæna øðrum menniskjum og ikki minst tænt Føroyum og føroyingum.
Amnesty
Um Amnesty segði Jan Müller:
“Vit liva í einum parti av heiminum ,har ein sum heild kann kenna seg tryggan. Man verður ikki tikin á bóli og settur fastur uttan lóg og dóm. Vónandi verður eingin píndur ella illa viðfarin av politii ella fangavørum. Vit kunnu tryggt siga okkara hjartans meining um politikkarar og embætisfólk uttan at verða revsað. Vit hava grundlógartryggjað framsøgufrælsi. Skipan okkara hevur brek víst so, men sum heild liva vit í einum rættarsamfelag. So er sum kunnugt ikki víða hvar í heiminum. Einaræði og harðskapur valda í heilt nógvum londum og fólka hvørva, verða sett føst, pínd ella avrættað. Í hesi støðu stendur Amnesty sum ein lýsandi viti í myrkrinum – er samvitskan hjá samvitskuleysum einaræðisharrum og teirra hondlangarum. Vit kenna øll til sera týdningarmikla virksemið hjá Amnesty. Hvar hevði heimurin verið uttan AI – hvat hevði heimuirn verið uttan A.I.? Føroyadeildin hjá Amnesty er kend uttan fyri landoddarnar fyri stórt og gott virksemi. Tey gera eitt arbeiði, sum munar, og úrslitini tala teirra greiða mál.
Dómsnevndirnar
Tvær dómsnevndir hava gjørt av, hvør skal fáa heiðurslønirnar. Tey hava valt millum innkomin uppskot.
Í dómsnevndini fyri Ársins mann og Ársins kvinnu eru: Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðingur (formaður), Jóhanna á Bergi, stjóri á Faroe Ship, Andras Róin, samfelagsfrøðingur og Esther Djurhuus, pedagogur á Landssjúkrahúsinum.
Í dómsnevndini fyri Ársins kjakvirðisløn eru: Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, (formaður) Karin Kjølbro, leiðari á Kriminalforsorgini, Annleyg Lamhauge, deildarleiðari á Menningarstovuni og Jón Brian Hvidtfeldt, útvarpsmaður.
Hví velja ársins mann og kvinnu:
Maður og kvinna, sum hava uppiborið hetta heiti, hava gjørt nakað GOTT fyri onnur menniskju, síni næstu, tað veri seg familju, vinir, grannar, starvsfelagar og fólk annars. Hesi kunnu eisini hava gjørt nakað GOTT fyri sítt nærumhvørvi, lokalsamfelagið og samfelagið sum heild, ella fyri eina søk, eitt ávíst felag ella felagsskap, eitt yrki ella eitt arbeiðspláss. Tað ber eisini til at skjóta upp fólk, sum tit halda hava gjørt nakað GOTT við at hava havt serstaka kveikjandi og hitandi ávirkan á onnur.
Hví ársins kjakheiðursløn
Endamálið er at stimbra eitt sakligt og viðkomandi alment orðaskiftið í samfelagnum og á tann hátt at styrkja fólkaræiðið og framsøgufrælsið. Ársins kjakvirðisløn verður latin persóni, felagi, stovni ella øðrum, sum í árinum, sum fór, hevur: Sett fokus á týðandi spurningar, mál ella evni av almennum áhuga og elvt til eitt gott, sakligt og upplýsandi orðaskifti um hesi viðurskifti ella Varpað ljós á ávís ítøkilig samfelagsviðurskifti, ið almeningurin ikki vanliga gevur gætur og sett hesi viðurskifti undir sakligt orðaskifti ella viðgerð í fjølmiðlunum ella Givið mennandi íkast til almenna orðaskifti um eitt ávíst mál av almennum áhuga. Gjørt sítt til á ein sakligan, keikjandi og upplýsandi hátt at lyfta og menna samfelagsorðaskiftið sum heild. Gagnað almenna orðaskiftinum á ein ella annan hátt.Framt eitthvørt avrik, sum gagnar endamálinum við Ársins tjakvirðisløn.
Grundgevingarnar
Ella Müller - Ársins kvinna
Ella Müller fær heiðurin "Ársins kvinna" fyri sítt brennandi virkisfýsni sum stuðul og stigtakari á mongum mótum í samfelagnum. Hon útynnir eitt breitt ósjálvsøkið virki, har hon sær tørvin. Hon er virkin í Kvinnuhúsinum hjá fólki í neyð, í ALV hjá fólki við tvørleikum, og hon er stuðul og vegleiðari hjá børnum og ungum sum undangongufólk í Náttarravnunum og sum stigtakari til tiltøk um eitt nú rúsevnismisnýtslu og happing. Alt virki hennara er sjálvboðið, og frá øllum síðum koma afturboð um, at virksemið hjá Ellu ger mun.
Birgir Enni - Ársins maður
Birgir Enni fær heiðurin ”Ársins maður” fyri at duga at ansa, finna og vísa á møguleikar í tilfeinginum og nátturini kring okkum. Hann hevur á ein sera fyrimyndarligan hátt víst sínum egnu landsmonnum og fremmandafólki virðini í hesum - ein góður umboðsmaður fyri land og fólk. Allir teir sansir, sum í okkum menniskjum eru íbornir, hava tað gott saman við Birgiri. Føroyingar og útlendingar kunnu hoyra, nema, síggja, smakka og lukta alt tað góða, sum í veruleikanum er sjálvsagt, men tó tykist so sjáldsamt at røkka í einum skundmiklum gerandisdegi.
Amnesty International, Føroya deild - Ársins Kjakheiðursløn
Amnesty International, Føroya Deild fær "Ársins kjakheiðursløn" fyri at hava stimbrað eitt sakligt og viðkomandi alment orðaskifti í samfelagnum og á tann hátt styrkt fólkaræðið og framsøgufrælsið. Felagsskapurin hevur sett fokus á stórar og týðandi spurningar, mál av almennum áhuga og elvt til eitt gott, sakligt og upplýsandi orðaskifti um hesi viðurskifti. Amnesty International hevur varpað ljós á grundleggjandi altjóða mannarættindaspurningar so sum deyðarevsing, loftvegis fangaflutning til lond, sum loyva avhoyring við pínslu, fangalegur og tilvildarliga revsing uttan lóg og dóm víða um heimin. Eisini hevur Amnesty International, Føroya Deild alment tikið til umrøðu álvarsamar samfelagsspurningar her í Føroyum og birt upp undir orðaskifti, ið er týðandi fortreyt fyri nútímans fólkaræði.









