Elin Olsen framsýning í Galleri Blå

Leygardagin 26. novemer var fernisering á Gallerí Blå, Blågårdsgade, í Roskilde í samband við Elin Olsen, læt eina framsýning upp við oljumálningum, har myndevini eru kvinnur og menn.

Talan er um fyrstu framsýningina hjá Elini, sum fær sera góð ummælir.

Elin Olsen er 33 ára gomul. Hon er føroysk, dóttir Ruth Sørensen og Árna Olsen. Sum barn og tannáringur búði hon í Klaksvík, men seinnu árini hevur hon búð í Danmark, har hon m.a. hevur fingið undirvísing í tekning og málningalist.

Framsýningin er opin til 16 desember.