Elin Heinesen er blaðstjóri á danski tíðarritinum KIWI, ið kemur út eina ferð um mánan og hevur 430.000 lesarar. Blaðið er ein av teimum heilt stóru sólskinsøgunum í danska blaðheiminum, og Elin eigur høvuðsábyrgdina fyri stóru undirtøkuna. Hon hevur ment konseptið, valt málbólk og sitið sum blaðstjóri frá fyrsta degi.
Elin er 47 ára gomul, eigur eina 15 ára gamla dóttir við fyrrverandi manninum, Elin býr saman við sjeikinum í eini íbúð mitt í Keypmannahavn, annað hvørt vikuskifti eru børnini hjá honum hjá teimum. Hann eigur ein drong, sum er 15 og eina dóttur, sum er 8. Dóttur Elina býr somuleiðis hjá teimum, men er í løtuni á eftirskúla í Langeland.
Eg havi hitt Elina í íbúðini, ið liggur eitt hanagleiv frá Amalienborg, og meðan glóðheita kaffi úr nýggju senseo maskinini, kitlar lukti- og smakksansirnar, spyrji eg hana um, hvussu ein føroysk kvinna gerst blaðstjóri á einum so stórum blaði?
Tíðarrit í NETTO
Søgan um KIWI byrjar í 2003, tá Elin sá lýsing eftir blaðstjóra til eitt ókeypis tíðarrit, sum stóra útgávufelagið Chili Group gav út. Blaðið skuldi liggja frammi í teimum 368 handlunum í NETTO ketuni. Handlarnir hava umleið tvær milliónir viðskiftafólk um vikuna, og blaðið skuldi venda sær til so nógv av hesum sum møguligt. Elin greiðir frá "At hetta, at samstarva við t.d. eina handilsketu og geva hesi ketu einkarrætt til útbreiðslu av einum blaði, er eitt rættuliga nýtt konsept í Danmark, men verður eisini brúkt í Bretlandi.
Ein av 400
Elin var tá júst liðug í tíðaravmarkaðum starvi hjá Føroya Tele, har hon kannaði møguleikarnar fyri at seta á stovn Rás 1. Hon og 400 onnur søktu starvið. Men Elin varð tann, ið fekk tað. Tey fóru beinanvegin undir at kanna, hvørji fólk keypa í NETTO, og hóast talan er um nógv ymisk fólk, so var ein yvirvág í kvinnum. Við støði í kanningunum, var konseptið aftan fyri KIWI skapt: Eitt blað sum vendir sær til nútímans kvinnuna. Undir herrópinum "Råd til mere" verður dentur lagdur á, at gera lívið hjá lesaranum eitt sindur lættari. "Her er í botn og grund talan um góð ráð um, hvussu lesarin kann spara pening, gera ymiskt sjálvur og fáa betri tíð í gerandisdegnum." sigur Elin.
Blaðið er í stóran mun óheft av NETTO, umframt eina síðu í blaðnum, sum NETTO hevur til lýsingar og eina avtalu um, at aðrar matvøru handilsketur ikki lýsa í blaðnum, er blaðið óheft.
Fíggja av lýsingum
KIWI verður fíggjað av lýsingum, og umleið helvtin av blaðnum er lýsingar. Hin helvtin er tilfar, sum Elin skrivar sjálv, sum freelancarar skriva og tilfar, sum verður latið av feløgum og einstaklingum, ið skriva ókeypis til blaðið. "Seks om dagen, ið er ein herferð fyri at fáa danir at eta grønmeti og frukt, hevur tildømis eina síðu í blaðnum. Kunningardeildin aftan fyri herferðina skrivar greinarnar beinleiðis til KIWI, men eg havi sjálvandi redaktionellu ábyrgdina, og góðkenni alt tilfar" sigur Elin.
Ein sniðgevi er knýttur at blaðnum, Hesin gevur góð ráð um, hvussu tú kanst gera títt klædnaskáp meira spennandi fyri lítið og einki. Sniðgevin fær ikki pening fyri at skriva, men fær ógvusliga marknaðarføring burtur úr hesum.
Góð heimaráð
Lesarin luttekur eisini beinleiðis tildømis við at senda góð heimaráð til blaðið. Í nýggjastu útgávuni, greiðir ein lesari frá um, hvussu man lætt kann vaska ein mikroovn: Tú setir eina skál við vatni í og eini sitrón, sum er skorin í helvt, inn í ovnin.Síðan tendrar tú ovnin á hægstu orku í tveir minuttir, hetta loysir alt tað skitna, og so ber til at turka tað av. Ein kvinna skrivar inn og sigur, at til ber at binda dukkuklæði burtur úr avlops tógvi, osfrv. Fyri ómakin kappast lesarin um eitt gávukort til eina ferð fyri tvey áljóðandi 5.000 kr.
Eisini ber til at skriva inn og spyrja psykoterapeutin Ingrid Ann Watson um ymiskt, í einum blaði skrivar ein mamma inn og spyr um ráð viðvíkjandi síni snarsintu dóttir, ein annar skriva.
Skuld í hjúnarskilnaði
Síðan 6. oktober 2003, tá fyrsta útgávan av KIWI kom út, hevur blaðið fingið yvir 1000 brøv, har lesarin takkar og rósar, og einans seks klagur. Elin greiður frá, at tann eina av klagunum var í byrjanini av hesum árinum. "Um jóltíðir høvdu vit eitt tema um ótrúskap. Í blaðnum var ein spurnarkanning, har tú kundi kanna, um tú vart í vandabólkinum fyri at verða ótrúgvur. Ein maður hevði ikki vilja luttikið í kanningini, tá konan spurdi hann. Hon gjørdist vís í, at orsøkin til vantandi hugin at luttaka var, at hann ivaleyst hevði verið ótrúgvur. Hon gav honum tí durðarfjórðingin. Maðurin skrivaði til mín og gav blaðnum skuldina. Hann bað okkum um at vera meira ansin viðvíkjandi tílíkum kanningum í framtíðini."
Ikki trælir av lesarakanningum
Nøgdsemi við blaðið er stórt, og hetta sæst aftur í lesaratølunum, hvørt hálva ár verða lesarakanningar gjørdar, og sambært nýggjastu kanningini er talið av lesarum farið upp við 43.000 seinasta hálva árið. "Um árskiftið varð ein nýggjur grafikari settur í starv, og blaðið fekk í hesum sambandi eitt andlitslyft, og eisini innihaldið í blaðnum var broytt smávegis soleiðis, at dentur varð lagdur á tað innihaldið, ið var væl dámt millum lesararnar. Hetta hevur eftir øllum at døma hjálpt." sigur Elin, men heldur fram, at tað er týdningarmikið at brúka lesarakanningar rætt og ikki gerast trælur av teimum. "Tú noyðist eisini at hava eitt ávíst feel, og tora at royna okkurt annað, ella steðgar tú allari menning"
Høg góðskukrøv
Elin heldur at orsøkin til at blaðið er vorðið ein sovorðin sólskinsøga er eitt høgt góðskukrav. Blaðið leggur seg eftir, at góðskan skal vera eins høg sum í teimum bløðunum, ið fólk gjalda pening fyri. Nú blaðið hevur verið til í 2 ár, kenna fólk blaðið, og vita at her er talan um góðsku, tí taka tey tað við sær, tá tey eru í NETTO. "Í byrjanini var ein ávis skepsis, tí at talan var um eitt ókeypis blað, fólk væntar ikki góðsku ókeypis, og samstundis krevur modernaði brúkarin góðsku", sigur Elin.
Fjøllbroytt yrkisleið
Í Føroyum er Elin fyrst og fremst kend sum kvinnuliga røddin í Nalja. Men partar av hennara yrkislívið hevur hon verið í Føroyum. Hon var eitt skifti marknaðarfólk í SMS, hevur arbeitt fyri Føroya Tele og hevur klipt og staðið fyri tónleikinum í sjónvarpfilmunum, sum Gulla Øregaard hevur gjørdi um pápa Elina, rithøvundin Jens Paula Heinesen. Hon hevur eisini arbeitt við heimasíðum, fyri Menningarstovuna, Vinnumálaráðið og Oljumálaráðið. Elin hevur fleiri ferðir verið í Føroyum í styttri tíðarskeið, eitt nú í ár, meðan mamma hennara lá sjúk. Men síðan fyrst í 80árunum, hevur Elin mest verið í Danmark.
Hon hevur eina útbúgving sum Cand. Mag. í estetikki og mentan, hevur lisið norðurlendskar bókmentir á Fróðskaparsetrinum, umframt at hon hevur lisið á filmskúlanum í Keypmannahavn. Hennara CV er bæði langt og spennandi, og umfatar starv sum alnetblaðstjóri á kvinnuportalinum www.kvindeportalen.dk, marknaðarfólk í mentanarbýnum 1996, redaktiónsstjóri hjá Komiteen for Sunhedsoplysning.
Varð headhuntað til kvinnuportalin
Meðan Elin gekk á filmskúlanum hevði hon egið felag Heinesen Kommunikation. "Eg hevði longu brúkt mítt SU, so eg lívbjargaði mær við egnum felagið, har eg millum annað gjørdi heimasíðir. Tá eg var liðug í skúlanum, fekk eg boðið starv hjá World Online, sum skuldu gera eina heimasíðu fyri kvinnir. Eg var alnetblaðstjóri á hesi síðu, ið fekk heitið www.kvindeportalen.dk. Henda síða og allir hinir World Online portalarnir vórðu niðurlagdir, tá Tiscali keypti World Online, og alnet kreppan samstundis gjørdi um seg. Tá vóru vit seks fólk á redaktíonini, og vit høvdu ikki færri enn 40 freelancarar knýttar at okkum.Hetta er jú øgiliga nógv fyri ein alnetportal." sigur Elin. Hon er sannførd um, at tað vóru royndirnar og kunnleikin til marknaðin, sum gjørdi, at tað var hon, sum fekk starvið, sum blaðstjóri á KIWI.
Filmarnir lokka
Elin er nøgd við sín gerandisdag men sigur, at hon fegin hevði vilja arbeitt við filmgerð. "Eg kundi hugsa- mær at skrivað handrit til film, tað var høvuðsorsøkin til, at eg fór á filmskúla, men man má hava løn fyri at liva, og eg havi jú eitt fantastisk starv, sum mær dámar væl, so eg klagi ikki, men kanska sleppi eg at starvast við filmgerð onkuntíð seinni."
Tónleikurin er enn á skránni
Elin var í summar í upptøkuhølunum hjá Útvarpi Føroya, saman við Svenn Brimheim, og spældi 8 løg inn. Hetta er eitt samstarv, sum tey hava havt ætlanir um leingi. "Svenn er ein fantastikur gittarleikari, so knasandi musikalskur. Hann hevur sítt heilt egna ljóð og stíl. Gittarin, sum hann brúkar, er sami jassgittari, sum hann brúkti í 50árunum", sigur Elin og greiður frá, at í summar avgjørdu tey, nú skuldu tey gera álvara av samstarvinum. Afturat sær høvdu tey Ad Libitum, eins og Svenn Brimheim hevur Ad Libitum arbeitt nógv við Hermanni Jacobsen.
Tey tóku átta løg upp beinleiðis og uppá sera stutta tíð, og sjálvt um upptøkurnar, sum hon spælir fyri mær eru ráar og live, so ljóðar hesin easy listening tónleikurin avbera væl. Elin sigur, at hetta alt er løg hjá øðrum, sum tey tolka. "Nógv eru løg, sum Svenn dámar serliga væl, so eru nøkur Ad Libitum løg, og okkurt sum eg havi valt, t.d. ein gamal norskur sálmur. Hetta er langt frá glaða poppinum hjá Nalju. Men Elin sigur, at hetta als ikki kennist løgið fyri hana at syngja. Henni hevur altíð dámt væl slíkan tónleik. Pápi hennara plagdi at lurta eftir Evert Taube og øðrum tílíkum, tá hon var barn. Hon sigur, at hon ætlar, at hon og Svenn fara í okkurt upptøkuhøli í næstum, og spæla 4 løg afturat inn, so eru tólv løg, og tað er ein heil fløga.
Elin hevur skrivað nógv løg sjálv og ætlar heilt víst at gera okkurt við tey. So fløgan við Svenn Brimheim verður ivaleyst ikki tann síðsta hjá Elini Heinesen.