Elin bergtók Miðlahúsið

Á konsertini í kvøld í Miðlahúsinum bergtók Elin Heinesen áhoyrarafjøldina, sum fjølment var møtt upp at hoyra okkara føroyska Bob Dylan Klokkan átta í kvøld byrjaði konsertin við Elin Heinesen. Eitt fullsett Miðlahús lurtaði bergtikið at, meðan hon framførdi kendar og minni kendar sangir.

 

Ætlanin var, at Ad Libitum skuldi spæla undir, men teir fingu forfall, og tí vóru aðrir tónleikarar funnir.Og ikki kann sigast, at hesir eru novicir, tí talan er um Paula Hansen á

bassgittara, Eyðun Hansen á gittara og Kim Hansen á klaver.

 

Sangirnir breiddu seg heilt frá góðum gomlum føroyskum slagarum um nýtt tilfar til útlendskar slagarar sum Rose Garden.

 

Men flestu sangirnir vóru slíkir, sum áhoyrarin kendi seg aftur í. Løgini vóru tey somu, men ofta var teksturin umsettur til føroyskt av Elini sjálvari.

 

Og sjálvandi var Áarvegurin (Streets of London) millumn sangirnar, Elin framførdi.

 

Alt í alt ein løta, sum avgjørt fingu fólk í Ólavsøkuhýri ? um tey altso ikki vóru tað frammanundan.