Í gjár vann Elin Heinesen eina virðisløn fyri film, hon hevur gjørt um Føroyar. Filmurin eitur Where Nature Rules Á ferðavinnuráðstevnu í Berlin vann Elin Heinesen í gjár 3. virðisløn fyri filmin, Where Nature Rules. Talan er um eina kapping um at gera upptøkur í samband við ferðavinnu, og kunnu virðislønir latast fyri býarferðavinnu, øki, búskap, gistingarhús, sjónvarpslýsingar, sjónvarpssendingar, dagblaðslýsingar, lýsingar á internetinum og event marknaðarføring. Elin vann 3. virðisløn fyri øki. Ferðaráð úr øllum heiminum kunnu lata tilfar inn. Ein dómsnevnd við 30 limum avgerð hvør vinnur kappingina.
?Eg trúði tí ikki rættiliga, tá eg fekk uppringingina í gjárskvøldið. Hetta er ein framløga, sum upprunaliga var ætlað sum ein skitsa til, hvussu eg haldi, at Føroyar kunnu marknaðarførast, tvs. at hetta er ein ordiliga ?low budget? filmur. Eg havi sitið eftir arbeiðstíð og spælt mær við at seta myndir, tekst og tónleik saman. Tekstin havi eg skrivað út frá einum samankóki av sitatum frá útlendskum vitjandi í Føroyum. Og so havi eg funnið flottar myndir, sum hóskaðu til, og sett eitt av mínum egnu løgum til, tí tað eigi eg rættindini til. Og hygg nú! Nú hevur filmurin vunnið eina virðisløn í eini altjóða kapping! Tað haldi eg, er fantastiskt.
Filmurin ?Where nature rules? kann heintast niður her: www.samvit.fo/media/wnr.wmv
Filmurin kann síggjast á Facebook her:
www.facebook.com/video/video.php
og á YouTube her: