B68 tapti fyrr í dag 2-0 á Svangaskarði ímóti ÍF. Harvið er tað nú endaliga staðfest, at toftamenn flyta niður í næstbestu deildina. B68 er nú 13 stig aftanfyri Skála, sum er nærmasta liðið omanfyri niðurflytingarstrikuna. 12 stig eru eftir at spæla um, og tískil spælir B68 í 1. deild í komandi kappingarári.
Annar av venjarunum hjá B68, Eliesar Olsen, vil ikki hava, at B68 fer at hava sitandi á sær, at fólk fara minnast B68 2016 vera liðið, sum ikki vann ein tann einasta í Effodeildini.
Eliesar Olsen er skálamaður. Hann hevur bæði spælt og verið venjari hjá Skála, men í komandi viku verður hann burturstaddur í arbeiðsørinum í Spania, tá ið Skála og B68 hittast á Skála.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra tað, sum Eliesar Olsen segði í fótbóltssendingini hjá Rás2.








