Eliesar og hansara vunnu stig á Tórsvølli

Við spildurnýggjum liði eydnaðist tað í kvøld EB/Streymi at megna 1-1 á útivølli ímóti meistarunum í B36

Fyrsta umfar í landskappingini er av. Í kvøld spældu B36 og EB/Streymur á Tórsvølli, og úrslitið var 1-1. Hóast B36 spældi síðstu løtuna við tíggju monnum, tí Lukasz Cieslewicz varð vístur av vølli miðskeiðis í 2. hálvleiki, so trýsti heimaliðið síðstu løtuna.

Tað eydnaðist EB/Streymi at halda tørn um javnleikin, og tað var heilt spennandi, tí gestirnir lúrdu eftir møguleikanum at fara í skjót mótálop.

EB/Streymur legði seg framum, tá ið knappliga 20 minuttir vóru farnir. Leif Niclasen setti bóltin í málið, eftir at hann saman við Rasmus Dan Sørensen, sum júst er fluttur úr B36 og til EB/Streym, hevði sneitt seg ígjøgnum í skjótum mótállopi.

Beinanvegin eftir steðgin var um reppið, at EB/Streymur tvífaldaði leiðsluna. Eftir gjøgnumbrot í høgru varð úr stuttari fjarstøðu fluktað upp undir tvørtræið og niður á strikuna, áðrenn Tórður Thomsen í B36 málinum fekk fatur á bóltinum.

EB/Streymur vísti øgiligan stríðsvilja, og Eliesar Olsen, venjarin, var sera væl nøgdur:

-Spælararnir gjørdu akkurát tað, sum vit høvdu avrátt. Burtursæð frá einum stútara, sum Jákup Højgaard bjargaði væl, so spældu teir seg ikki til upplagdar málmøguleikar. Vit lúrdu eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop. Tað eydnaðist einaferð. Um tað hevði eydnast at skora beinanvegin eftir steðgin, ella um tað ikki varð kolldømt, tá ið vit stutt undan steðginum fingu bóltin í máið eftir horna, so hevði dysturin orduliga verið har, sum vit vildu hava hann at vera. Tí verri eydnaðist tað ikki, men alt í alt eru vit nøgdir, segði væl nøgdi EB/Streyma venjarin við Trónd Arge á Rás2.

Hans Pauli Samuelsen spældi fyrsta landskappingardystin fyri B36, og tað var ímóti gomlu liðfeløgunum í EB/Streymi:

Hetta var  ikki so gott, sum vit høvdu vónað og ætlað, men sum dysturin leið, so kunnu vit ikki vera heilt misnøgdir. Vit fingu um endan, tá ið Camara javnaði. Tíverri sá Lukasz Cieslewicz reytt beinanvegin eftir útjavnandi málið. Vit fingu ikki spælið at hanga nóg væl saman, og mótstøðumenninir stríddust so mikið nógv, at teir høvdu uppiborið javnleikin. Men vit koma væl aftur, segði Hans Pauli Samuelsen.

Á in.fo varð fylgt beinleiðis við dystargongdini. Tíverri var tekniskt brek orsøk til, at tað ikki bar til at fylgja við á explorer.

Hetta var fjórði javnleikurin í fyrsta umfari. Einasta liðið, sum vann fulla úrtøku, var NSÍ, sum vann 6-1 á FC Suðuroy. Hini úrslitini TB-KÍ 1-1, HB-AB 2-2, Víkingur-ÍF 2-2 og B36-EB/Streymur 1-1.

 

B36-EB/Streymur 1-1 (0-1)

Dómari: Rúni Gaardbo

0-1: Leif Niclasen 18.

1-1: Ibrahim Camara 62.

B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy, Robert Heðin Brockie, Odmar Færø, Jónas Tór Næs - Jákup á Borg, Róaldur Jakobsen, Andrias Eriksen, Hans Pauli Samuelsen - Lukasz Cieslewicz, Ibrahima Camara (Hanus Thorleifsson, 82.)

Gult kort: Adria Eriksen

Reytt kort: Lukasz Cieslewicz (beinleiðis reytt) 63.

EB/Steymur: Jákup Højgaard - Árni G. Olsen, Andras Olsen, Rógi E. Nielsen, Jóhannes Hansen - Rasmus Dan Sørensen (Hanus Olsen, 85.), Arnar Dam, Niels Pauli Danielsen, Brian Olsen (Tonny Kruse, 82.) - Leif Niclasen, Jens Michael Jensen (Rói H. Olsen, 74.)

Gult kort: Arnar Dam, Rói H. Olsen, Jákup Højgaard

 

2. umfar

Leygardagin 7. mars

NSÍ-EB/Streymur

Sunnudagin 8. mars

ÍF-HB

B36-Víkingur

AB-TB

KÍ-FC Suðuroy