Eliesar í Giza Hoyvík

Fyrrverandi EB/Streyma og Skála venjarin, verður komandi kappingarár at finna í høvuðstaðarfelagið

26 ára gamli Eliesar Olsen, sum hóast sín unga aldur longu hevur drúgvar royndir sum venjari, verður  komandi ár ungdómsvenjari hjá Giza Hoyvík. Hetta boðar Giza Hoyvík frá á Facebook síðu síni í dag.

 

Eliesar Olsen hevur seinastu tvey kappingarárini verið høvuðsvenjari í Effo-deildini. Fyrst hjá barndómsfelagnum Skála, og síðani hjá EB/Streymi.

 

 

 

Giza Hoyvík skrivar í tíðindaskrivi:

 

Nú á ársins síðsta degi, er tað okkum ein stór gleði og æra, at kunngera Eliasar Olsen sum nýggjan ungdómsvenjara hjá Giza Hoyvík.

 

Hann skal saman við Allani Mørkøre, høvuðsungdómsvenjara, og Frankie Jensen, høvuðsvenjara, gera eina menningarætlan fyri ungdómsdeildina, samstundis sum hann kemur at taka sær av nøkrum venjingum. Við setanini av Eliesari, hava vit harvið tríggjar venjarar við hægstu útbúgving knýttar at ungdómsdeildini.

 

Hóast sín unga aldur, so hevur Eliesar royndir sum venjari í bestu deildini. Fyrst hjá Skála, og seinast hjá EB/Streymi. So her er talan um ein ungan, men samstundis royndan venjara.

 

Tá hann var spurdur um hví hann valdi Giza Hoyvík, svaraði hann soleiðis:

 

- Giza Hoyvík hevur eitt sera spennandi projekt koyrandi, og tá eg fekk møguleikan at gerast partur av tí, so ivaðist eg onga løtu. Tá eitt felag setur mest fokus á at menna leikarir og gera umstøðurnar hjá ungum leikarum so góðar sum man kann, so hevur man vunnið nógv í Føroyskum fótbólti haldi eg, og tað er júst tað ið Giza Hoyvík vil, og tí haldi eg at tað er spennandi at vera ein partur av at útvikla ungdómsarbeiði hjá Giza Hoyvík.