Eliesar Arge: Føroya fyrsti lærdi urmakari

“Gamli smiður” Niels Lassen Arge er væl umboðaður í gamla kirkjugarði. Vit hava longu umrøtt hann og fleiri av hansara børnum. Hesa ferð verður tað urmakarin Elieser Arge

Eliesar Arge ella Urmakar Arge, sum hann varð róptur, var triði sonur Smiðin. Hann var tann fyrsti føroyingur, sum var uttanlands og lærdi til urmakara og optikara. Annars var tað vanligt, at hegnigir menn plagdu at umvæla ur og klokkur.

Í 1879 fór Eliesar 17 ára gamal til Danmarkar. Í 1880 var hann á Grundt­vigs háskúla, og í 1883 kemur hann heim aftur sum útlærdur urmakari og optikari.

Eliesar er annar sonur Niels, sum búsetist í Havn. Í 1885 yvirtekur Eliesar Klokkarastovu eftir mostir síni Julionnu. Sama ár søkir hann um loyvi at lyfta Klokkarastovu 1½ alin og leingja hana 3 alin eystureftir. Hann fær sær urmakara- og optikara­verkstað og handil við sýnisglugga.

Her setir hann eisini so frægan urmakara sum Andrias Arge (Skilling) í læru, og her selur hann ur, klokkur og prýði, og eisini ger hann prýði. Hann er tann fyrsti, sum ger skógva-, buksu- og belta­spenni úr silvuri við drekanum sum motiv.

Urmakarin er eisini instru­mentmakari. Nautisk instrument seldi og umvældi hann, og hann gjørdi eisini bátakumpassir.

Sum álitisstarv stjórnaði hann brandsýninum og sløkkiliðnum í Havn. Hann spældi eisini sjónleik á yngri árum.

 

Ein tann fyrsti

í Sloans sali

Elieser var ein av teimum fyrstu, sum samlaðust í Sloans sali. Tað var fyrst Dea, konan, sum kom við har. Gamli Sloan plagdi at vitja hana og hava eitt orð og eina bøn. Hetta góð­kendi urmakarin sum so. Men ein dagin fann hann tey bæði á knøunum í bøn. Tá spann øði í Eliesar, og hann koyri Sloan út.

Men Sloan var ikki firt­in. Hann fór skjótt inn aftur, meðan urmakarin var inni. Hetta hevði hann ikki væntað. Urmakarin mátti so viðganga, at tað var nakað serligt við Sloan. Hann byrjaði so at ganga á møti, hóast tað ikki fall honum lætt. Hann var klubba­limur, og salurin var beint sunnanfyri klubban, har vinmenn hansara kundu eygleiða hann fara inn í salin.

Endin var tó, at hann gjørdist ein av teimum mest virknu í samkomuni millum annað sum sunnu­dagsskúlalærari í mong ár. Her gjørdi hann eitt stórt arbeiði saman við Ludvig Poulsen.

Í sunnudagsskúlanum komu eisini hansara hegn­igu hendur til sjóndar. Tað eina árið forerdi hann hvørjum næmingi í sínum sunnu­dagsskúlaflokki eina ser­liga gávu. Hann hevði klovið eitt 2-oyra, gjørt fals á, so tað kundi latast upp og aftur, gjørt eyga í, so hetta kundi heingjast um hálsin.

 

Eisini læknakynstur

Eisini innan læknakynstur komu hansara góðu, hegn­igu hendur til nyttu. Tað gav at býta, táið bróður hansara Jákup Andrias (Jampan) breyt seg illa sundur, tá byggipallurin brotnaði undan honum.

Effersøe lækni sendi boð eftir urmakaranum og segði honum, at skuldu nakrar vónir vera um, at Jákup Andrias skuldi grøðast, so mátti hann hjálpa sær, tí tað var ikki eins mans føri at spjálka hann aftur.

Finsen, Effersøe og urmakarin arbeiddu so til kl. 8 næsta morgun. Tá var gjørd ein bandaga úr træ við spjálkum, formaður eftir undirmunninum og upp við kjálkunum. Undir høkuna og upp um høvdið varð eitt messingband lagt. Alt kundi spennast saman við floyskrúvum, so kjálka­beinið kundi setast uppá pláss. Hesum lá hann við í tveir mánaðir og fekk bert flótandi kost gjøgnum eina gummislangu. Bert ein mánaða aftaná, at hann hevði fingið bandaguna av, var muðurin í lagi, og hann kundi tyggja allan mat.

Annars sigst urmakarin at hava verið ein hugna­ligur, fryntligur og blíður maður at koma inn til.

 

Giftist við systir versonin

Urmakarin var tvær ferðir giftur. Hann giftist fyrru ferð 6. desember 1883 við Bertha Manine Andrea Christensen, vanliga kallað Dea, fødd í Danmark. Hon var 18 ár, tá ið hon kom til Føroyar, og hon doyði 37 ára gomul.

Tey fingu fimm børn. Elst var Hertha, sum giftist við Johannes Niclasen f. 1880 úti i Bø í Kirkjubø. Hann var bestimaður hjá Pola í Dali, tá teir gingu burtur við Oliviu í 1912. Næstelst var Jenny, sum giftist til Danmarkar. Síðan var tað Niels Martin Andreas, kallaður Diss, sum giftist við Sigrid Simonsen, dóttir Líggjas í Jørundstovu í Norðragøtu. Ein sonur teirra var Essa, kendur sum skurlækni.

Ewald doyði sum pinku­barn, og yngst var Grace Nolsøe, sum giftist við Andreas Nolsøe. Hon hevði upp í 1970 árini handil í Klokkarastovu, har hon seldi Husquarna seymimaskinur.

Eliesar giftist aftur við Nicolinu Niclasen (1866-1954) systir versonin Jo­­hannes. Tey áttu eingi børn. Hon er eisini grivin í gamla kirkjugarði, helst í somu grøv sum maðurin.

 

Um Klokkarastovu

Um Klokkarastovu og Julionnnu, mostir Eliesar, skrivaði Carolina Heine­sen, mamma William:

Lige overfor os mod syd var der et stort hus, der blev kaldt Klokkarastova, der hvor urmager Arge senere fik sin forretning. Derovre var en ældre kone, som hed Juliane, og som havde kastet sin kærlighed på mig. Hun havde mistet en lille pige på min alder, hendes eneste barn, og kærligheden til det barn blev overført på mig, og varede til hendes død.

Hun var en stærk, rank, mørk kone og vist tante til Carl C. Johansen, køb­manden. Hendes mand var bødker og havde værksted i kælderen. Hun havde en broder, der hed Zacharias og boede der.

Juliane gik rundt og vaskede for folk og var meget morsom og gæstfri. Når Olai kom, havde hun huset fuldt af folk, så hun selv måtte ligge på gulvet i spisekammeret. Der kom så alle Argebrødrene, da Juliane var deres moster. Når der var bryllup, dansede de gerne derovre, da der var en stor stue.

Op til huset var der høje trapper, og der var jeg daglig gæst. Når moder gerne ville blive af med mig et øjeblik, sagde hun: ”Gå lige over til Klokker­Juliane!” svarede jeg altid: “Der har jeg været.” Jeg var der mange gange om dagen, men Juliane blev aldrig ked af mig. Da hun døde var det så uheldigt, at jeg første gang skulle på bal den dag, hun blev begravet, og jeg var så forgrædt, at jeg ikke kunne vise mig for nogen.

 

Keldur:

Niels Juel Arge: Argjamenn

Sigurd Berghamar:

-men Gud gav vøkst

 

 

Komandi partur

Komandi partur verður um Frants Restorff, sum eitt skifti var kokkur hjá konginum í Thailandi