Elias skoraði átta EHF European League mál í stórsigri

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof komu væl frá landi í EHF European League bólkaspælinum

Tann næstfínasti evropeiska kappingin fyri felagslið eitur EHF European League. 

 

Í hesari kappingini fekk Elias Ellefsen á Skipagøtu sína evropeisku debut tá lið hansara, Sävehof vann stórsigur 43-31 á spanska liðnum La Rioja. Í steðginum var Sävehof á odda 23-16.

 

Elias gjørdi sítt við at senda átta av níggju skotum í spanska málið. Toppskjútti hjá Sävehof gjørdist Salihi Gzim við níggju málum uppá 12 skotroyndir.

 

Komandi dysturin hjá Sävehof í EHF European League bólkaspælinum verður á útivølli móti kroatiska liðnum, Nexe komandi mikukvøld.

 

Í bólkinum hjá Sävehof eru La Rioja, Nexe, Aix úr Fraklandi, Magdeburg úr Týsklandi og Gorenje úr Slovenia. Fýra tey fremstu av hesum seks liðunum fara víðari til áttandapartsfinalurnar.

 

Leygardagin spælir Sävehof heimadyst móti Aranäs í bestu svensku hondbóltsdeildini.