Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spældu í kvøld seinasta dystin í grundspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Sävehof vann á heimavølli í Partille 33-29 á komandi liðnum hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu, Hallby.
Tað leikaði javnt á í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 15-15. Í seinna hálvleiki gekk munandi betri í hond hjá Sävehof, ið eitt skiftið var á odda við seks málum.
Elias skoraði fýra mál og legði upp til tvey mál. Óli skoraði eitt mál og legði upp til trý mál.
Sävehof endar næstfremst í grundspælinum við 41 stigum. Kristianstad vinnur grundspælið við 46 stigum.
Í fjórðingsfinalunum í endaspælinum skal Sävehof spæla móti nummar sjey í grundspælinum, Guif.