Elias droymir um Bundesliguna

Tann einans 16 ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu úr H71 bleiv kosin til besta spælskipara í tí júst lidnu EM-kappingini fyri U18-landslið í Georgia, har Føroyar blivu nummar fimm.


Les eisini: Elias valdur til besta spælskipara


Elias, sum hevur serligu gávuna at skjóta við báðum ørmum, flytir í næstum til Skanderborg at spæla hondbólt, men hann hevur ein dreym at røkka longri enn tað.


- Eg ætli mær at koma so langt við hondbóltinum sum eg kann. Eg havi ein dreym um at spæla í Bundesliguni, sigur hann.


Elias Ellefsen á Skipagøtu er í ”fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hann eitt nú eisini svarar spurningum um EM-kappingina í Georiga.