ÚTBYGGING
Fyrsta dagin verður farið undir at byggja upp í bygningin hjá Elektron við Staravegin í Havn. Bygt verður vestureftir yvir ímóti Skemmuni. Útbyggingin telur 1400 fermetrar í tveimum hæddum. Elektron hevur tó í fyrsta umfari bert brúk fyri 300 fermetrum í erva, avtala er longu gjørd við Føroya Banka um at leiga niðaru hæddina, og so eru 400 fermetrar í erva, sum ætlanin er at leiga út eisini.
- Hóast vit bert hava brúk fyri einum lítlum parti av samlaða fermetratalinum, sum kemur afturat, loysir tað seg betur hjá okkum at byggja ein størri bygning enn ein lítlan, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron.
Stórur eftirspurningur er eftir góðum skrivstovuhølum í høvuðsstaðnum, og stjórin á Elektron roknar ikki við, at tað verður nakar trupulleiki at sleppa av við fermetrarnar, sum verða til avlops.
- Vit kunnu bjóða sera góð skrivstovuhøli, gott umhvørvi og sera gott útsýni. Parkeringsviðurskiftini eru eisini góð, sigur hann.
Ikki tíð at bjóða út
Útbyggingin er ikki boðin út. Eitt nýtt felag, sum eitur Articon við Jón Danielsen sum stjóra, hevur fingið arbeiðið.
- Hetta felagið er av tilvild komið inn í myndina. Tað er heilt og aleina upp til okkum sum partafelag at gera av, um arbeiðið skal bjóðast út ella ikki. Orsøkin til, at júst hetta arbeiðið ikki er boðið út er, at stundir eru ikki til tess, tí nýggju hølini skulu verða liðug í summar. Skal arbeiðið bjóðast út tekur tað drúgva tíð. Hinvegin høvdu vit havt tíð, høvdu vit boðið tað út fyri okkara egnu skyld. Ístaðin fyri hava vit biðið um metingar um byggikostnað frá skikkaðum fólki, og hesar liggja ógvuliga tætt við metingina hjá entreprenørinum. Útbyggingin er einføld og løtt at meta um. Avgerandi hjá okkum er, at útbyggingin verður liðug til ásettu tíð, sigur Niels Christian Nolsøe.
Stórt arbeiðspláss
Articon skal bera skjótt at, tí longu 1. juli hevur Elektron í hyggju at taka nýggju hølini í nýtslu. Øll útbyggingin skal verða liðug hálvan september. Hvussu nógv útbyggingin kostar, hevur stjórin á Elektron ikki hug at úttala seg um, tí fyribils er bert avtala gjørd um partvísa liðuggerð.
Elektron er eitt stórt arbeiðspláss í dag og ræður í løtuni yvir umleið 1600 fermetrum í tveimum hæddum. Umleið 60 starvsfólk arbeiða hjá Elektron.