Greining av støðuni: Her á landi er tað sera sjáldsamt, at ein hendingin verður útløgd sum ein beinleiðis katastrofustøða, har boð eru eftir hjálp frá myndugleikum bæði aðrastaðni í Føroyum og aðrastaðni í danska kongaríkinum. Tað er prógvað mangar ferðir í granskingararbeiði í grannalondum okkara, at slíkar hendingar ikki bert ávirka tey, sum eru beinleiðis knýtt at hendingini. Tað ávirkar vinir og kenningar hjá teimum. Tað ávirkar lokalsamfelagið alt sum tað er, og í Føroyum er neyvan stórvegis ivi um, at ristingarnar av skelkinum á Tvøroyri spreiða seg vítt og breitt um alt landið.
Í gjár var ein slíkur katastrofudagur. Um alt landið hava fólk við tilknýti til Suðuroynna ringt til vinir og kenningar nærhendis kreppuøkið í royndini at finna fram til standin, tey hava ringt til myndugleikar og miðlar fyri at fáa at vita, um nakar er í vanda. Fólk í økinum hava verið bangin um sína heilsu. Besta dømi um tað er helst nøkur fólk úr Suðuroynni, sum í gjár heittu á miðlarnar um at skriva um, at Smyril skuldi liggja við kei í Suðuroynni, um so var, at øll oyggin mátti evakuerast. Fólk vóru eina løtu bangin fyri, hvussu støðan skuldi útvikla seg.
Vit á in.fo vóru mannsterk í Suðuroynni í gjár, og upplivdu tí reaktiónir kring alla oynna. Og alla staðni var tað ein blandað sjón. Øðrumegin vóru fólk sera kedd og ávirkað av støðuni. Men hinvegin vóru tey eisini takksom fyri alla tað umsorgan, sum varð teimum víst av øðrum í oynni. Somuleiðis merktist ein stórur ótti fyri, hvussu framtíðin fer at síggja út, nú stóra arbeiðsplássi á Tvøroyri fór fyri skeyti. Tí mong eru tey, sum eru fíggjarliga avhengig av arbeiðnum á hesum stóra virki. Og greitt varð eisini frá í Suðuroynni í gjár, at eftir boðini komu um, at Varðin Pelagic skal byggjast uppaftur beinan vegin, fór ein gleðirómur gjøgnum fjøldina, sum var saman á miðnámsskúlanum í Hovi.
Varðin Pelagic setti fyri kortum ein kreppusálarfrøðing í starv, sum í nakrar mánaðir hevur havt ábyrgdina av kreppuhjálp hjá fyritøkuni - um nakað skuldi hent. Og av Tvøroyri frættist, at hesin sálarfrøðingurin hevur havt úr at gera við at práta við starvsfólk og onnur. Hesin sami sálarfrøðingurin verður eisini fyribils knýttur at innsatsstarvsfólkunum so sum løgreglufólki, sløkkiliðsfólki og øðrum. Hesi innsatsfólkini hava verið til arbeiðis út í eitt í eitt ótal av tímum og tey hava sett egna trygd til viks fyri at bjarga støðuni.
Hendingin á Tvøroyri í gjár var tí ein skelkur upp á mangar mátar. Og ein av slíkum slag, at tað ivaleyst er umráðandi hjá myndugleikunum beinan vegin at hugsa um, hvussu lokalsamfelagið skal loftast sálarfrøðiliga eftir hesa katastrofustund. Tí eingin ivi er um, at eldsbrunin í gjár hevur sett síni spor í mong fólk.