Eitt norskt fiskiskip hevur í dag verið í neyð í russiskum sjógvi. Eldur var í maskinrúminum, men eldurin er nú sløktur, upplýsir Høvuðsbjargingarmiðstøðin í Noregi.
VG veit í kvøld at siga, at trý skip, sum eru nærindis norska fiskiskipinum, eru á veg til skipið, sum nú skal sleipast í norskan sjógv.
Manningin, sum telur 14, hevur tað eftir umstøðunum gott, og sambært VG hevur eingin fingið skaða í eldsbrunanum.
Robert Ervik, sum umboðar reiðaríið, ið eigur skipið, sigur við norsku heimasíðuna, at tey avvarðandi eru kunnað um hendingina.










