Fyri løtu síðani hoyrdist útrykningur í Havn, og eitt slør av royki legði seg um býin. Nógvur brúnur roykur var at síggja umborð á Magnus Heinasson fyri løtu síðani. Enn er ikki heilt greitt, hví eldur kom í royndarskipið Magnus Heinasson, sum liggur við kei við Skipasmiðjuna í Havn. Onkur sløkkiliðsmaður vildi vera við, at brúnur roykur kemur frá træi, og at tað altíð er keðiligt, tá ið eldur er í skipum, tí hann kann breiða seg í bjálvingina.
Tað er ikki heilst greitt enn, hvar eldurin er umborð, ella hví hann kyknaði. Men ein politistur á staðnum helt, at tað helst var ein sveisiglóð, sum var orsøk til eldin.