Klokkan 16:35 í dag fekk løgreglan boð um, at tað var eldur í einum sethúsum á Toftum.
Eingin var inni í húsunum, og talan er tískil ikki um nakran mannskaða, upplýsir vakthavandi hjá løgregluni fyri in.fo beint nú. Tað ber ikki til at siga enn, hvat hendi og hví eldurin kyknaði. Hetta fer mann at finna út av, tá kanningararbeiðið fer í gongd.
Sløkkiliðsfólk frá Skálafjarðar sløkkilið vórðu boðsend og hava sum skilst fingið tamarhald á støðuna. Løgreglan hevur eisini verið á staðnum.