Eldur í gassverki kravt 26 mannalív

Ein ógvusligur eldsbruni á einum gassverki í meksikanska býnum Reymosa hevur kravt í minsta lagi 26 mannalív, og 40 fólk eru flutt á sjúkrahús. Reymosa er tætt við markið millum Meksiko og USA.

Tað tók sløkkiliðnum tveir tímar at fáa tamarhald á eldinum, og serfrøðingar fóru alt fyri eitt undir at kanna orsøkina til eldin.

Tað almenna meksikanska felagið Pemex eigur gassverkið, og hetta er tann ringasta vanlukkan hjá felagnum í tvey ár. Men felagið hevur havt nógvar vanlukkur. Í desember í 2010 doyðu 29 fólk, tá ein oljuleiðing fór í luftina, og í 2007 doyðu 21 fólk í sambandi við ein gassleka á einum palli hjá Pemex í Meksikoflógva, skrivar AFP.