Eldraráðið skal mannast fyri aðru ferð

Vilt tú vera við til at tryggja, at tey eldru verða hoyrd, og ert tú yvir 60 ár, so hevur tú nú møguleikan at gerast limur í Eldraráðnum í Tórshavnar kommunu

Eldraráðið hevur skjótt virkað í trý ár, og 1. januar 2009 byrjar eitt nýtt skeið hjá ráðnum. Hesa ferð er valskeiðið fýra ár, og í oktober skulu fimm limir og fimm varalimir veljast í ráðið. Seinasta freist at boða frá uppstilling til Eldraráðið er 9. september kl. 16 í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu. Uppgávan hjá Eldraráðnum er at gera vart við viðurskiftini hjá eldru borgarunum í kommununi og veita býráðspolitikarunum góð ráð, áðrenn teir taka avgerðir á eldrapolitiska økinum. Eldraráðið skal tryggja, at vitanin og royndirnar, ið eldru borgararnir sita inni við, verða virðismett og gagnnýtt á besta hátt. 60 ára aldursmark Øll tey, sum eru 60 ár og eldri og hava bústað í Tórshavnar kommunu, hava valrætt á eldraráðsvalinum, og somuleiðis kunnu øll tey, ið eru 60 ár og eldri stilla upp á valinum. Tey, ið vilja stilla upp, skulu útfylla eina uppstillingarfráboðan, sum fæst i Snarskivuni og tryggja sær undirskriftina frá fimm stillarum, ið eisini hava valrætt til Eldraráðið. Hevur tú góð hugskot og uppskot um, hvussu bøtast kann um viðurskiftini hjá eldru borgarunum, og vilt tú gjarna vera bindilið millum yngru politikararnar og eldru borgararnar, so er at halda seg til. Sjálvt valið fer fram við brævatkvøðu. Allir borgarar í kommununi, sum eru 60 ár ella eldri valdagin tann 7. oktober fáa atkvøðuseðil sendandi við postinum. Atkvøðurnar verða taldar upp í Snarskivuni seinnapartin 7. oktober 2008.