- Normering við lóg, rættvísari fíggjarleist umframt trivnaðar- og nøgdsemiskanningar. Hesi eru ynskini frá TIGN til avvarðandi myndugleikar, nú eitt ár eftir, at eldraøkið varð lagt til kommunurnar at umsita.
Tað er niðurstøðan hjá felagnum TIGN í kjalarvørrinum av, at felagsskapurin skipaði fyri almennum fundi í síðstu viku viðvíkjandi støðuni á røktarøkinum, nú eitt ár er fráliðið síðani økið bleiv lagt til kommunurnar at umsita.
Í lesarabrævinum nemir felagsskapurin við fleiri økir viðvíkjandi eldraøkinum, ið hava verið uppi at venda í fjølmiðlunum síðstu vikurnar, har serliga Miðlahúsið hevur síðstu vikurnar sett sjóneyka á støðina í eldraøkinum við fleiri greinum bæði í Sosialinum og in.fo.
Tí var tað kanska ikki óvæntað, at støðið á røktini varð til viðgerðar á fundinum, har tey, ið luttóku í pallborðinum, mettu at støðan var góð á eldraøkinum. Hetta er tó ein lýsing, ið Tign undrast á.
- Tær afturmeldingar, Tign hevur fingið frá avvarðandi av brúkarum í ymisku kommunum vísa tó, at tey ikki kenna seg aftur í hesum jaligu lýsingum. Støðan er tann sama, sum áðrenn røktarøkið bleiv lagt til kommunurnar. Støðið er á ongan hátt nøktandi, og í ávísan mun er tað heldur ikki forsvarligt.
- Tað er ofta ført fram í seinastuni, at tað bert er tíð til ta grundleggjandi røktina og ikki tíð til umsorgan. Vit mugu tó ásanna, at á ellis- og røktarheimum kring landið, verða fólk, sum eru kognitivt væl fyri, men óhjálpin fysiskt, latin í blæu, tí ongin tíð er at hjálpa teimum á vesið. Hendan óvirðiliga støðan er í stóran mun ein spurningur um hugburð og normering.
Eitt annað heitt evnið síðstu vikurnar hevur verið normeringin á eldraøkinum. Fleiri staðni kring landið er einans eitt starvsfólk til hvørji fýra búfólk, og er tað ein støða, ið forkvinnurnar í Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Heilsurøktarfelagnum hava funnist at, og hava eftirlýst tørvin á, at normering verður ásett við lóg.
Í skrivinum vísir Tign eisini á trupulleikan, og vísa millum annað á, at vegna sparingar, so mugu starvsfólk gera átta tímar arbeiði upp á seks ella sjey tímar .
- Til dømis sum ein liður í áhaldandi sparingunum á eldraøkinum, eru vaktir styttar úr 8 tímum niður í 7 og 6 tímar. Tað vil siga, at 8 tímar arbeiði viðhvørt skal gerast uppá 6 ella 7 tímar. Á summum heimum er køksvaktin og reingerð spard burtur, og teirra arbeiði endar hjá røktarstarvsfólkunum aftrat arbeiðinum, tey hava frammanundan.
- Tign metir tað vera umráðandi, at normering, við atliti til røktartyngdina, verður ásett við lóg, skrivar felagið í skrivinum, ið tekur samanum fundin.
Til ber at lesa alt skrivið frá Tign við at trýsta á her.

Eldraøkið: Støðið er á ongan hátt nøktandi





