Eldrahugni úti í Grøv í dag

Í dag klokkan 15 verður eldrahugni úti í Grøv í Klaksvík. Tiltakið skuldi vera týsdagin, men varð útsett vegna veður

Klaksvík:
Eldrahugnin, sum skuldi verða úti í Grøv týsdagin, verður í staðin í dag, hósdagin, klokkan 15. Á skránni verður felagssangur og limir úr Klaksvíkar Hornorkestri fara at spæla nøkur løg. Eisini kemur Anna Katrin Matras, fornfrøðingur, at greiða frá toftunum úti í Grøv. Kakao og bollar verða eisini at fáa.
Hetta er fimta árið á rað at skipað verður fyri eldrahugna úti í Grøv. Tað eru eldrabólkurin í Norðoyggjum, Dagtilhaldið og Hugni, sum skipa fyri. Tey siga, at tiltakið hevur verið sera væl eydnað á hvørjum ári, og tað legst til við fólki hvørja ferð.
Um fólk í koyrstóli skulu út í Grøv, verður mælt til at fara eftir gamla vegi. Eisini ber til at fáa serflutningstænastuna hjá kommununi at flyta fólk, um tað er neyðugt.
? So er bara at ringja til serflutningin á tlf. 212288, siga fyrireikararnir.
Tey leggja afturat, at fólk aðrastaðnis frá somuleiðis eru vælkomin. Dúgvan siglir av Leirvík klokkan 14.