Eldradagurin mótmælir pensjónsbroytingini

Eldradagurin 2009 heitir á landsstýri og Løgting at taka aftur verandi pensiónsspariuppskot í Ólavsøkupakkanum 2009, tí tað máar støðið undan fólkapensiónsskipanini og vendir sosialt skeivt.

Tað stendur í yvirlýsing frá Eldradegnum, sum var í Nesvík dag, har umleið 400 pensjonistar vóru. Sagt verður, at sum er er nettopensiónin undir fátækramarkinum hjá OECD. Pensionistar, ið bert hava lága inntøku afturat pensiónini, tola ikki at missa burtur av inntøkuni, og er mótrokning við 25% frá fyrstu krónu tí púra burturvið.

-Higartil í ár er longu nógv tikið frá pensionistunum. Hetta rakar serstakliga meint hjá pensionistum, sum longu frammanundan eru ringast fyri. Í staðin fyri at taka burtur av pensiónunum eiga landsstýri og løgting heldur beinanvegin at hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta, sum politisku flokkarnir áður hava lovað.

Eldradagurin heitir at enda á tann politiska myndugleikan um saman við umboðum fyri pensionistarnar at taka spurningin um framtíðar pensiónsskipan til víðari viðgerð og vísa størri atlit til fíggjarligu støðuna hjá pensiónistunum heldur enn til landsskassan.