Eldraøkið í Sandoy hótt við at detta niðurfyri

Vit tola ikki, at endurgjaldið frá landinum lækkar, siga borgarstjórarnir í Sandoy

– Verandi fíggingarleistur er fyritreyt fyri at kommunurnar megna at bera eldraøkið.

 

Tað staðfesta allir borgarstjórarnir í Sandoynni, og borgarstjórin í Skúgvoy í eini felags áheitan á Løgtingið, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar.

 

Teir vísa á, at nú eru røddir frammi um at endurgjaldið frá landinum til kommunurnar fyri at umsita eldraøkið, skal broytast.

 

Men teir vísa á, at tá ið eldraøkið varðð lagt undir kommunurnar, høvdu kommunurnar í Sandoy ikki fíggjarliga styrki til at átaka sær uppgávuna.

 

Orsøkin til tað er serliga tær serskattaskipanir, landið hevur fyri ymsar samfelagsbólkar, eitt nú sjófólk, samstundis sum at tað eru lutfalsliga nógvir pensónistar í Sandoy.

 

Tilsamans gjørdi tað, at miðal inntøkurnar í Sandoynni vóru næstan ein fjórðing lægri enn í landinum annars.

 

– Hetta vísur sera sera greitt, at legði fíggingarleisturin ikki upp fyri hesi støðu, høvdu kommununar í Sandoy ongan livandi møguleika havt at yvirtikið økið.

 

Tí varð fíggingarleisturin broyttur, so at sandoyingar fingu lutfalsliga størri endurgjald frá landinum, soleiðis at tað bar til at yvirtaka eldraøkið.

 

Men nú verður róð fram undir, at fíggingarleisturin, eldraøkið varð útlagt eftir, skal broytast og at Fíggjarnevnd Løgtingsins somuleiðis arbeiðir við møguligum broytingum.

 

Men tað góðtaka borgarstjórarnir í Sandoy ikki.

 

Kommunurnar í Sandoyarøkinum gera púra greitt, at kommunurnar hava átikið sær at reka eldraøkið undir teimum treytum ið eru galdandi í dag, siga forgarstjórarnir. Og teir leggja afturat, at teir fara ikki at taka undir við nøkrum sum helst, ið ger støðuna hjá Sandoyarsamstarvinum, verri.

 

– Tí eru kommunurnar í Sandoyarøkinum samdar um at boða frá, at verandi fíggingarleistur er fyritreyt fyri at kommunurnar megna at bera eldraøkið.

 

– Tað sum kommunurnar hava brúk fyri, nú hetta fíggjarliga krevjandi økið er flutt kommununum eru stabilir karmar, ikki karmar sum broytast ár um ár, alt eftir hvør politiski meirlutin á Tingi er, siga borgarstjórarnir í Sandoy, og borgarstjórin í Skúgvoy.