Eldraøkið: Kommunur í tvístøðu

Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn
-----
Fyri kommunustýrislimir, sum vóru á pen­sjón­ista­fund­i­num í Glæmuni í Kví­vík herfyri, tóktist sera um­ráð­­andi sum skjótast at fáa at vita frá landsstýrinum, hvør peningur fylgir við eldr­a­­økinum, tá tað verður lagt út til kommunurnar á nýggj­árinum.
Landsstýrið hevur boðað frá, at tað onki endaligt tal kann leggja fram fyrrenn í ok­tober/november. Tað halda kommunurnar vera alt ov seint. Tí við ongum enda­ligum tali ber illa til at leggja ein kommunalan eldra­politikk til rættis. Annika Olsen vísti til fíggjar­mála­ráðið um hendan spurn­ingin. Tað undrar og er ikki sørt óunniligt, at lands­stýriskvinnan á henda hátt avreiðir eldrapolitisku ábyrgd­ina, ið hon jú hevur eisini eftir úleggingina, til fíggjar­fólkini.
Kommunurnar hava fingið at vita, at landsstýrið ætlar at seta fíggingina saman við pengum frá forskattingini av pensjónum, skattainntøkum frá útisiglarum og burtur av mvg-inntøkunum, tilsamans 356 mió kr. Kommunurnar siga, at hetta er ov lítið, ikki minst nú tað kemur undan kavi, at kommunurnar eisini skula hava røktarliga og fíggjar­liga ábyrgd av bólkum, sum ikki eru komnir til pen­sjón­saldur.

Loypa kommunu­skattin um
Uppskotið um fíggingarleist er eitt grundleggjandi skifti í mátanum at fíggja kommu­nalt virksemi. Grund­leggj­andi partur í kommu­nalu stýris­skip­anini er, at kommu­nalt virk­semi og kommu­nalar tænastur í høvuðs­heitum verða fíggj­aðar av kommunu­skatti. Annar grund­leggj­andi táttur er, at tann, sum valdar, skal gjalda.
Tað vil siga, at hevur komm­unan ábyrgd, so rind­ar hon. Hesum verður far­ið frá, nú eldraøkið skal leggj­ast út, tí tað skal fíggjast við ávísum veitingum úr lands­kassanum. Slíkar veit­ingar úr landskassanum hava ong­an­tíð hóvað kommunu­politik­arum. Hetta er eisini brot á vanligu fatanina, at tann, sum valdar, skal gjalda.
So kanst tú spyrja, um nak­ar munur er? Jú, tað er tað. Politiskt tek­ur landið kvørkra­tak um komm­un­urnar, tí við eldra­økin­um verða millum 25 og 30% av samlaða kommunu­bú­skap­inum fíggjað úr lands­kass­anum – og harvið ikki av bein­leiðis kommunuskatti.
Har kommunurnar í dag hava fingið tað álit at gera egnar raðfestingar og áseta sítt egna tænastustøði, fer land­ið nú at áleggja komm­­un­unum ávísar eldra­tænastur og ávís eldratilboð á ávísum nøktandi tælnastu­støði, men kemur ikki við øll­um pengunum til hetta tæn­astu­støði.
Tað merkir, at tænastu­støðið á øðrum økjum, t.d. barnaansingin, skúlaverkið, kloakkir og alt tað, sum kommunurnar eisini skulu gera, kann verða lækkað, tí pengar mugu takast úr teim­um økjunum at fylla holini á eldraøkinum.

Progressivan kommunuskatt?
Eitt sjónarmið í hesi til­gongd­ini er, at her vantar ein grundleggjandi skatta­politisk viðgerð av spurn­ingin­um um at gera komm­unu­skattin progressivan eins og landsskattin, so at eisini eldraøkið undir kommu­nunum kann fíggjast við kommunuskatti eins og allar aðrar kommunalar tæn­astur.
Hesin spurningur er als ikki viðgjørdur. Kanska er tað tí, at við samansetta gjaldinum úr landskassanum fær landsstýrið alt valdið á kommununum, og kanska eisini tí, at fíggjarleisturin lirkar eina kommunala útjavningarskipan ígjøgnum, sum ikki er so løtt at gera við kommunuskattinum.
Tær umleið 350 mió krón­urnar úr landskassanum til eldraøkið hjá kommununum fara hvørki at røkka til ta breiðu viftina av eldratil­boð­um, sum verða nevnd í upp­skotinum til eldralóg, og ei heldur til eitt høgt tænastustøði. Talið er jú ásett eftir teirri skroypiligu tænastuni, sum vit hava í dag.
Tvístøðan hjá kommunun­um verður, at tær hava illa ráð at slaka í tænastuni til eitt nú barnasfamiljur og trivnað, tí tær vilja heldur enn fegin hava fleiri barnafamiljur - til tess at fíggja vælferðar­tænasturnar.

PS: Annars meini eg fram­vegis, at landsstýrið eigur at uppraðfesta eldraøkið á síni egnu fíggjarlóg og sjálvt taka sær av umsitingini. Tað er mátin at tryggja javnbjóðis kor og tilboð kring alt land­ið.