Hvørja ferð, tá ið AB og KÍ hittast, verður róð aftur á lagnudystin á Argjum í 25. umfari í 2016, tá ið óvæntaði 3-1 heimasigurin var orsøk til, at KÍ misti FM møguleikan.
Í kvøld hittast KÍ og AB í útsettum dysti í Klaksvík. FM møguleikin hjá KÍ hvarv sunnudagin. Nú snýr tað seg um at vinna kappingina við NSÍ og B36 um at vinna silvurkrónurnar og harvið rættin til næsta summar at luttaka í Europa.
Hjá KÍ er tað ivamál, um Ísak Simonsen verður førur fyri at spæla. Hann noyddist skaddur av vøllinum í 3-1 sigrinum í Sarpugerði, og fótskaðin var so álvarsamur, at hann sunnudagin ikki var førur fyri at spæla í Runavík, har KÍ tapti 1-0.
Rógvi Poulsen verður fyri fyrstu ferð við stýrisvølin hjá AB. Hjá honum og AB snýr tað seg um at vinna stig og harvið styrkja um sína støðu í kappingini við Skála um at sleppa undan aftasta plássi, sum ber beinleiðis niðurflyting við sær.
Hjá AB eru Filip í Liða og Hans Jákup Annfinsson langtíðarskaddir.
Fyrsta juni vann KÍ 6-0 á Argjum, og 22. juli vann KÍ 2-0 á heimavølli ímóti AB.
KÍ – AB: Bjarki Danielsen kl. 17.00.