Stjórin í altjóða kjarnorkueftirlitinum IAEA, Mohamed ElBaradei, avsannar, at hann hevur dult týðandi upplýsingar um kjarnorkuverkætlanina hjá iransku myndugleikunum. Tann vanliga so siðiligi Mohamed ElBaradei sigur, at ávís lond royna at fáa ávirkan á IAEA og at undirgrava ta óheftu støðuna hjá stovninum, og at tað nú verður gjørt við at leggja leiðaran undir at svíkja sínar skyldur.
Hóast ElBaradei ikki nevndi nakað land, er eingin ivi um, at hann fyrst og fremst hugsaði um Frakland og Ísrael, sum opið hava funnist at honum og IAEA.
Egyptiski Mohamed ElBaradei, sum er 67 ára gamal, fer frá sum IAEA-stjóri í heyst.