Eivør: Langt úti at brúka mína rødd

Í lýsing á Rás2 og aðrastaðni við hevur Fólkaflokkurin nýtt eitt lag frá Eivør. - Eg haldi tað er langt úti, at tey brúka mína rødd uttan mítt samtykki, sigur Eivør Pálsdóttir.

Í lýsing á Rás2 og aðrastaðni við hevur Fólkaflokkurin nýtt eitt lag frá Eivør. - Eg haldi tað er langt úti, at tey brúka mína rødd uttan mítt samtykki, sigur Eivør Pálsdóttir.

 

Lagið "Langt burt frá øðrum londum", sum Eivør Pálsdóttir syngur, verður í hesum døgum nýtt av Fólkaflokkinum í teirra útvarpslýsingum í samband við Fólkatingsvalið. Hetta hevur fingið øði í songkvinnuna, sum ikki vil vera sett í samband við Fólkaflokkin.

 

Á Facebook skrivar Eivør:

 

"Havi í dag hoyrt at Fólkaflokkurin nýtir eitt lag, ið eg syngi, í sínum útvarps lýsingum. Eg havi avgjørt einki tilknýti til fólkaflokkin og haldi at tað er langt úti at tey brúka mína rødd í sínum lýsingum uttan mítt samtykki!"

 

Lýsingin er at hoyra millum annað á Rás2.