Eivør hevur vunnið mest

Kvinnurnar tróna ovast á listanum yvir tey, ið hava vunnið flest FMA- og Planet-heiðurslønir.

Á FMA 2014 gjørdust Týr og Byrta stóru vinnararnir. Tey vunnu tríggjar heiðurslønir hvør. Greta Svabo Bech og Eivør vunnu tvær virðislønir hvør.

 

FMA verður av mongum, millum annað fyriskiparunum, mett sum ein nátúrligur arvtakari eftir Planet Awards, sum fyrst ferð fór av bakkastokki í januar 2006.

 

Síðani eru 48 heiðurslønir latnar, harav 47 eru farnar til føroyskar bólkar og ein, besti útlendski bólkur 2005, til Nephew. Tó so, í fjør fekk íslendski Svavar Knútur eina heiðursløn saman við Mariusi.

 

Eivør er tann, ið hevur fingið flest heiðurslønir. Átta virðislønir eru latnar henni, har ímillum ársins songkvinna í 2005, 2006, 2009 og 2012.

 

Næst henni á listanum yvir tey, ið hava vunnið mest, er Lena Andersen. Hon hevur vunnið fimm heiðurslønir, har av tríggjar teirra vóru í 2011, tá hon vann ársins einstaklingur, ársins songkvinna og ársins útgáva.

 

Annars kann eisini nevnast tað heldur sjáldsama fyribrigdi, at sami sangur hevur vunnið heiðurin sum ársins sangur tvey ár á rað. Talan er um sangin Vanja, sum Jákup Eli Joensen hevur skrivað. Jákup Eli Joensen fekk sjálvur heiðurin í 2011, meðan tað var útgávan hjá bólkinum All In, sum vann heiðurslønina sum ársins sangur í 2012.