Eivør við á norskari útgávu

Eivør hevur nógv um oyruni við millum annað nýggjari útgávu, útgávukonsertum, upphiting fyri Nephew og gestasangari hjá teimum. Kortini hevur songkvinnan tíð til at fara undir enn eina verkætlan, har hon er gestasangari á næstu útgávuni hjá norska bólkinum Vamp, skrivar mess.fo, sum hevur tíðindini frá heimasíðuni hjá Vamp.

 

Vamp er ein 20 ára gamal bólkur, ið spælir fólkatónleik og sum norðmenn halda nógv av. Tað sæst millum annað aftur í, at bólkurin hevur selt omanfyri 600.000 fløgur, vunnið eina rúgvu av heiðurslønum, umframt at hava havt nógv hitt gjøgnum árini.

 

Tí hevur Norska blaðið VG eisini gjørt nógv burtur úr nýggja samstarvinum. Í samrøðu við blaðið leygardagin í farnu viku sigur oddamaðurin í bólkinum Øyvind Staveland, at hann er meira enn fegin um at hava Eivør aftrat sær.

- Hon burdi verið uppvaksin saman við okkum og verið við frá byrjan, sigur hann millum annað. Ja, Øyvind Staveland tosar burturav pent um Eivør.

- Hon gevur okkum eina aðra dimensión, og tekur okkum á eitt hægri støði, enn vit hava verið áður, sigur hann eina aðrastaðni í greinini.

 

Sum skilst verður talan um tvær konsertir, har Eivør er gestasangari hjá Vamp, sum spælir saman við Kringkastingsorkestret. Henda konsertin skal takast upp og síðani útgevast. Seinast Vamp og orkestrið hjá norska kringvarpinum samstarvaðu á henda hátt, seldu tey 150.000 fløgur og 20.000 dvd?ir, skrivar VG.