Eivør á drúgva konsertferð í Noregi

Í næstu viku fer væl umtókti norski bólkurin Vamp á nýggja konsertferð, sum varðar meiri enn tveir mánaðir. Við á ferðini er eisini Eivør Pálsdóttir, sum komandi vikurnar skal hava næstan 40 framførslur saman við Vamp.

 

Vamp er fólkatónleikarabólkur, sum hevur givið 13 fløgur út seinastu 20 árini, og bólkurin hevur selt meira enn eina hálva millión eintøk av sínum útgávum. Seinasta útgávan hjá bólkinum er lutvíst innspæld í Føroyum, og Eivør Pálsdóttir er gestasangari.

 

Fyrsta konsertin við Vamp og Eivør verður mikudagin í Oslo, og síðani ognur leiðin til størri og smærri býir kring Noreg. Seinasta konsertin við Vamp og Eivør verður í Bergen 8. desember.