Eivør Pálsdóttir hevur júst útgivið eina nýggja fløgu, og í hesum sambandi vera fleiri útgávukonsertir kring landið.
Tað er í samband við fløguna Room, at Eivør kemur til Føroya at framføra.
Eivør kemur til landið mánadagin 10. September eftir at hava stóra konsertferð í Íslandi, har nýggi tónleikurin og nýggja fløgan fingu serstakliga góða móttøku. Eitt nú fekk nýggja fløga 9,9 og 10 stjørnum frá Andreu Jónsdóttir á RUV. Andrea sigur í sending á íslendsku Rás 2 soleiðis: -Fløgan er bara brillant, ein fløga, ið øll eiga at ogna sær.
Beint nú er Eivør í Sveits og ger 4 konsertir.
14. September spælir Eivør í Tøting. Hendan konsertin er útseld. 15. September framførir Eivør í Løkshøll, og 16. September verður ein konsert í Norðurlandahúsinum.
Hettar er fyrstu ferð Eivør spælir í Løkshøll.