Móttøka
Við móttøkuna, sum Blái Krossur skipaði fyri, nýttu fleiri høvi at ynskja felagsskapinum tillukku við nýggju hølunum og ynskjum um blíðan byr í arbeiðinum, sum gjørt verður ? og tí, sum liggur fyri framman. Ikki minst fyribyrgingararbeiði, sum felagsskapurin leggur stóran dent á, var havt á munni hendan dagin, móttøkan var.
Jaspur Langgaard, aðalskrivari, segði, at tey í eina tíð høvdu leitað eftir øðrum og størri hølum, og tá ið so nevndin aftanfyri sjómansheimið bjóðaði teimum ein part av niðastu hædd til endamálið, fóru tey at arbeiða við hesum møguleikanum.
- Plaseringin er sentral, men vit vistu, at nógv skuldi gerast, áðrenn hølini kundu brúkast til endamálið. Kortini hildu vit, at vit skuldu royna.
Jaspur greiddi frá, hvussu nýggju hølini eru innrættaði og helt fyri, at tey helst verða nøktandi eini 5-10 ár fram í tíðina.
Hann vísti á, at Reyði Krossur Føroya í fyrsta lagi er ein hjálparfelagsskapur, ið roynir at hjálpa fólki, sum hava tað trupult við eitt nú rúsdrekka og øðrum rúsevnum.
- Vit ynskja at gera uppaftur meira við tann fyribyrgjandi partin, segði hann.
Jaspur Langgaard setti eisini spurningin, hví skrivstovan hjá Bláa Krossi endiliga skal liggja í Eysturoy, tá ið felagsskapurin hevur størsta virksemið í høvuðsstaðnum.
- Eg haldi, at tað er í lagi, at skrivstovan er í Eysturoy, tí her hava vit 80% av okkara limum, segði aðalskrivarin.
Kári takkaði
Kári P. Højgaard, varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu, takkaði vegna býráðið Bláa Krossi Føroya fyri tað arbeiða, sum felagsskapurin ger.
- Vit eru ógvuliga fegin um tað virksemið, sum Blái Krossur hevur ? og ikki minst fyri tey fyribyrgjandi átøkini.
Hann helt, at felagsskapurin fær nógv burtur úr fyri tann pening, sum er at ráða yvir.
- Blái Krossur Føroya hevur stóra virðing í fólkinum, segði varaborgarstjórin.
Rúsfrítt umhvørvi
Leiðarin á Hotel Runavík, Sjómansheiminum, Andreas Andreasen, ynskti Bláa Krossi vælkomnum undir lonina.
Hann helt fyri, at vinningurin við ikki at hava útskeinking er nógv størri enn "vansin" ? um man so kann siga.
- Matstovur, sum hava útskeinking, lata aftur í heilum, og mær er sagt, at heili 365 vertshús lótu aftur í Reykjavík í 2004 ? ella eitt um dagin hvønn dag í árinum!
Andreas Andreasen helt ikki, at tað er "trend" longur at drekka.
- Hinvegin er tað "trend" at drekka reint vatn við krystallklárum ísterningum, sum hann tók til.
Leiðarin segði seg fegnast um at skula arbeiða undir sama taki sum Blái Krossur, og hann ynskti felagsskapinum hjartaliga tillukku ? og vælkomnum á fyrstu hædd á Hotel Runavík, Sjómansheiminum.










