Samráðingar, stríðsstig, semingsstovnur og Fasti Gerðarrættur eru natúrligur og týdningarmikil partur av skipanini, sum skipar lønar- og setanarviðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
- Tað er einki forgjørt í, at eitt fakfelag lýsir verkfall, og tað er einki forgjørt í, at eitt arbeiðsgevarafelag lýsir verkbann. Tað er ikki óreint, smáligt, langt úti ella nakað annað, skrivar felagið.
Arbeiðsgevarafelagið sigur tó, at øll slík stríðsstig mugu taka atlit til at avleiðingarnar ikki gerast óneyðuga og óupprættiliga stórar, og at lív og heilsa hjá fólki ikki verður sett í vanda.
- Men at eitt stríðsstig hevur avleiðingar, eigur ikki at koma óvart á nakran. Hetta er eisini galdandi fyri tey stríðsstig, vit nú síggja á almenna og kommunala arbeiðsmarknaðinum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Føroya Arbeiðsgevarafelag dámar lítið, at prát í seinastuni hevur verið um at fáa politikkarar at leggja upp í ósemjurnar á arbeiðsmarknaðinum. Felagið heldur, at tó at hetta kann tykist ein søtur løtuvinningur, er tað neyvan tað, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum ynskja upp á longri sikt.
- Lóggevandi valdið skal bara í heilt serligum førum leggja seg út í samráðingar á arbeiðsmarknaðinum. Tí skulu partarnir í eini ósemju ikki leggja sína orku í at sannføra politikarar um hetta og hatta, men teir skulu hugsavna seg um at tryggja, at teir liva upp til sína ábyrgd sum sáttmálapartur í arbeiðsósemju, og teir skulu leggja seg eftir at royna at finna eina semju við mótpartin, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Felagið sigur, at verandi ósemja má loysast millum partarnar, sum sáttmálaøkið fevnir um, og ikki við atliti at øðrum aktørum, sum víst eru raktir av verkfallinum, men kortini ikki eru partur av sjálvum samráðingunum.










