Nú er líkt til, at tað loksins fer at eydnast at fáa ein serlækna í eldrasjúkum at koma til Føroyar at arbeiða.
Í nógv ár hevur verið tosað um, hvussu neyðugt at er at fáa ein serlækna í eldrasjúkum, ein geriatara, knýttan at føroyska heilsuverkinum at taka sær af teimum serligu sjúkunum, sum raka eldri fólk.
Og nú er alt, sum bendir á, at tað fer at eydnast. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at Landssjúkrahúsið hevur fingið samband við ein geriatara, sum er hugaður at koma til Føroyar við ávísum millumbilum at taka sær av eldrasjúkum.
- Tað er stórur tørvur á tí og í samband við heilsunýskipanina er tað sjálvsagt, at vit eisini hava ein geriatara í heilsuverkinum, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at nú verður arbeitt at útvega fígging til endamálið, men hann hevur góðar vónir um at tað fer at eydnast og at ein avtala fæst í lag við geriataran um at koma higar við jøvnum millumbilum.
- Eg haldi, at tað er eitt stórt framstig, tí úrslitið av at fáa ein geriatara til Føroya, er, at nógv eldri kunnu fáa eina neyvnar og skjótari sjúkugreining og tað fer at elva teimum til nógv minni trupulleikar, enn tey hava í dag, sigur Karsten Hansen.
Hann vónar, at tað verður í næstu framtíð, at viðurskiftini fáast í rættlag á hesum øki.
|