Í fyrra døminum rinda lønmóttakarar og arbeiðsgevarar somu prosentupphædd í grunnin, har øll fáa líka nógv útgoldið til aldurdómin. Í seinna døminum sparir hin einstaki inn á eina konto til sín sjálvs og fær somu upphædd útgoldna + rentur o. l. í seinna endanum. Tey, sum ikki hava havt møguleika fyri at spara upp til aldurdómin fáa pensjón frá landinum.
Í dømunum er støðið tikið í einum lønmóttakara, sum forvinnur 13.000,- kr. um mánaðin.
Í ætlanum landsstýrisins forvinnur arbeiðsgevarin 50.000,- kr. um mánaðin.