Seinnapartin í gjár mátti Norðoyatunnilin steingjast fyri ferðslu eina løtu, tí tað var so nógvur, tjúkkur roykur inni í tunlinum.
Løgreglan sigur, at orsøkin var, at ein lastbilur hevði fingið motortrupulleikar mitt inni í tunlinum, og tað elvdi til nógvan royk.
Í tí tjúkka roykinum, misti enn bilførari tamarhaldið á bilinum, og koyrdi á ein annan bil, men talan var bara um eitt sindur av skrokkskaða.
Men ferðslan er nógv, so tað stóðu long røð av bilum við báðar munnarnar, sum ikki sluppu ígøjgnum, men máttu bíða til tað var koyrandi aftur. Og tað gekk ikki so long tíð, so varð koyrandi aftur.