Eitt ár fyri kynsligan ágang

Ákæruvaldið fekk líkasum ein frammaná í Eystara landsrætti í dag.

Í summar varð ein 50 ára gamal maður dømdur eitt ára fongsulsrevsing fyri ígjøgnum fleiri ár at hava verið ónærisligur móti eini gentu.

Ákæruvaldið, sum hevði kravt trý ára fongsulsrevsing, kærdi dómin fyri at fáa harðari revsing, men landsrætturin helt eitt ár vera nóg mikið og staðfesti dómin.

Maðurin byrjaði at gera seg kynsliga inn á gentuna, tá hon var níggju ára gomul. Av tí at maðurin var giftur við mostir gentuna, kom hon nógv í heimið hjá teimum.

Tað er ikki loyvt at endurgeva, hvat gentan segði í rættinum, men ákærin vísti á, at maðurin hevði fingið hana at halda, at slíkt var vanligt at gera.