Vit eru borgarar í tí lítla partinum av heiminum, sum hava demokratisk rættindi. Við søguligum eygum eru hesi demokratisku rættindi eisini so nýggj, at vit enn gera rætt í at handfara hesi rættindi sum tað, ið kann gleppa okkum av hondum.
Veljarin hevur tí onga umbering fyri ikki at røkja hesi rættindi eftir førimuni. Løgtingsvalið er mest týðandi stakhending í demokratisku skipanini, og er tað tí góður demokratiskur siður, at tann einstaki veljarin gevur sær stundir til at hugsa seg um, minna seg á tað, sum farið er og líta framyvir - hvar vil eg geva mítt demokratiska íkast?
Hetta valskeiðið
At sjálvstýrið føroya fólks hevur myndað yvirskriftir og røður hetta valskeiðið, er einki nýtt. Hóast nógv rok av ymsum slagi, so eru tey ítøkiligu úrslitini til at yvirskoða. Vit eru ikki nærri eini politiskari niðurstøðu í málinum, har nakar greiður meiriluti av Føroya fólki er fyri ella ímóti at taka sjálvstýri innanfyri eitt ásett áramál, hóast væl tey flestu helst kundu hugsað sær eitt sindur víðari ræsur. Onkur roynir at ugga seg við, at ein sjálvstýrisprosess er farin á glið og steðgast ikki aftur. Men veruleikin er, at tann helvtin av løgtinginum, sum argumenterar við skattapengunum hjá donsku frú Jensen, er eisini fólkavald.
Mentunarliga var støðan ikki serliga góð, tá ið hendan samgongan tók við. Men hendan samgongan hevur ikki bøtt um støðuna - heldur hinvegin. Í atgerðarloysi vegna tað eina málið fyri framman var hugsað ov lítið um mentunarligu fylgjurnar av øðrum málum, sum ofta koma undir heitið ?smámál?. Sum eitt lítið innskot kann nevnast, at framtíðargranskarar sjáldan brúka tíð uppá stórmálini - tað eru úrslit frá nøkrum av dagsins smámálum, sum koma at mynda stórmálini í morgin.
Tað eru serliga tvey eyðkenni, sum eiga at ávara okkum, sum velja.
Ósannindi
Tað eina eyðkenni, sum eigur at ávara okkum veljarar, eru tey ósannindi, sum oftari og oftari koma frá okkara ovastu politisku leiðslu.
Verandi stýrisskipan er eitt tvíeggjað svørð, sum vit veljarar eiga at taka í fullum álvara. Hendan stýrisskipanin byggir á ta einu høvuðsfortreytina, at øll í almennum starvi, frá høgum til lágan, siga sum er og siga tað, sum er týðandi í málinum. Er onkur, sum tilætlað smoykir sær uttanum hetta, so eigur tað at fáa avleiðingar alt fyri eitt. Verður hetta ikki tikið í álvara, so er okkara stýrisskipan ein einaræðisskipan. Endalyktin er tað totalitera.
Hvussu ofta hava ikki bæði landsstýrismaður og hægstu embætisfólk hansara sagt beinleiðis ósatt ella borið mál soleiðis fram, at tann viðkomandi parturin tilætlaður er skúgvaður til viks? Dømið við einum av hægstu embætismonnum landsins, sum nú um dagarnar var í fjølmiðlunum við ósannindum fyri aðru ferð í sama máli at kalla, stendur ikki einsamalt í so máta. Tað er tekin um eina undirmáaða mentan, at bæði landsstýri og løgting góðtaka ósannindi.
Tann, sum brúkar ósann-indi í síni talu og ósanna atferð, hevur meldað seg sjálvan úr samskiftinum við onnur og lítið felags gagn er í tí, sum viðkomandi tekst við. Tann alment setti, sum brúkar ósannindi í síni talu og ósanna atferð, forðar harafturat veljaranum í sínum politiska dómi og er tí sekur mótvegis einum av hornasteinunum í praktisku demokratisku skipanini.
Ikki-politikkur
Hitt eyðkennið í okkara stýring er vantandi evni og vilji til at gera tað politiska arbeiðið til lítar og grundað á hetta arbeiðið at fáa undirtøku fyri tí, sum verður avgjørt. Ein politisk avgerð, sum ikki hevur eina veruliga undirtøku, er ikki-politikkur, sum er trýstur ígjøgnum politiska formalitetin, serliga tá ið talan er um bygnaðarmál. Slík mál hava ongan týdning í sær sjálvum, men eru avgerandi fyri hópin av øðrum málum. Kommunuskipanin er dømi um slíkt mál.
Júst kommunuskipanin er eitt av dømunum, har tað politiska arbeiðið so at siga steðgaði upp. Ongin breið tilvitan er fingin til vega í fólkinum um, at færri og størri kommunur eru til størri gagn enn fleiri smáar kommunur, hóast mong í fyrisitingini og kanska eisini fleiri politikarar halda, at so er. Tá ið so ongin tilvitan fæst, so verður málið trýst ígjøgnum við at leggja størri og størri byrðar á kommunurnar, soleiðis at tær noyðast at leggja saman. Tað gera tær so - sum best ber til. Tað ítøkiliga úrslitið er, at vit neyvan nakrantíð hava havt ógreiðari býtið millum land og kommunur. Vit kundu nevnt onnur dømi, har politiska skipanin roynir at smoykja sær uttanum veljaran, eitt nú innan skattaskipanina, sjálvstýristilgongdina, fíggjarlógarviðgerðina o.s.fr.
Sagt við øðrum orðum, so eru vit við at koma okkum í eina ?vit látast sum um? skipan, sum hevur lítið við skilagóða atferð at gera - enn minni við demokratiska atferð - og uppaftur minni hevur tað við mentaða atferð at gera. Hetta er ikki so mikið, sum frægasti mátin at fáa avgerðir praktiskt gjøgnumførdar.
Ein spurningur um mentan
Hesi málini eru um mentan. Gerandismentan, sum næsta ættarlið fer at skriva bøkur um. Málini snúgva seg um, hvussu vit eru mótvegis hvør øðrum, hvussu vit skipa okkum innanhýsis og í okkara livibreyði og hvussu okkara leiðsla virkar undir trýsti. Tað er mentanin, orðið, sum ger skilnaðin millum djór og menniskju, millum frumskógina, har tann sterkasti vinnur og fólkið, har felagsskapurin er kjarnin.
Mentan ger munin. Menniskjan hevur ymiskar møguleikar, sum djórini ikki hava. Menniskjan hevur t.d. eisini møguleikan, at planta eina frumskóg, har tann veikasti vinnur. Tá fáa vit eina doyggjandi mentan. Ein slík gongd er eyðkend m.a. við loysnum, sum verða settar í verk, hóast tær vóru framskygdar fyri áratíggjum síðani og tíðin nú er farin frá.
Tað er mentanin, sum ger av, um vit skipa okkum soleiðis, at sum frægast fæst burturúr tí einstaka borgaranum - og at hvør einstakur fær sum frægast burturúr tí tilveru, sum honum var lagað, saman við sínum medborgarum. Tað er mentanin, sum ger av, um vit heldur skipa okkum soleiðis, at tað veikasta vinnur frama í tí einstaka, og vit harvið máa undan ?sam?-felagnum og fáa hissini menniskja-oyggjar, har títt problem ikki er mítt problem - ein gongd, sum er felagsskap-inum at bana.
Tað er ikki stórvegis íkast eitt lítið land sum Føroyar kann geva í einum víðari høpi, men mentaða atferð og góðar demokratiskar siðir hava vit natúrligar fortreytir at geva. Sum veljari anno 2002 verður mítt demokratiska íkast at velja mentan. Ynski mítt er at fáa høvi at velja ein mentaðan persón í einum rímiliga mentaðum flokki, har teir ítøkiligu persónarnir í floksleiðsluni arbeiða rímiliga mentað millum sínar medborgarar.