Rebekka Manuela Behrens, Nevndarlimur í Sosialistisk Ung
----
Fyri umleið 50 árum síðani var valaldurin 25 ár, og tá var tað púra óhoyrt at lækka hann heilt niður í 18 ár. Fara vit longur aftur í tíðina, vóru tað bert mannfólk, ið høvdu valrætt - og tá skurraði tað eisini í oyrunum á nógvum, tá talan var um at geva kvinnum valrætt. Tíbetur er hetta broytt.
Eg haldi tó, at vit enn kunnu arbeiða fram ímóti at fáa eitt meira breitt og rættvíst umboðandi fólkaræði. Eitt fólkaræði, ið umboðar samfelagið, sum ungdómurin eisini er ein partur av. Tey ungu undir 18 ár rinda skatt eins og øll onnur, og tískil hevði tað verið meira rættvíst, um tey vóru við til at avgera, hvat teirra skattapengar verða brúktir til. Harafturat kunnu tey eisini revsast sum 15 ára gomul. Hetta vísir á, at tey kunnu taka ábyrgd fyri egnar gerðir og átaka sær ta revsing, teimum verður givin. Kortini kunnu tey ikki fara á val!
Fólkaskúlin einasta útgangsstøðið
Fólkaskúlin er einasti kravdi skúlin, vit hava, og tískil kunnu vit ikki taka støði í, at vitan kemur frá øðrum skúlum. Ein 16 ára gamal/gomul í dag megnar at samskifta á trimum-fýra málum og hevur gingið í skúla í 9 ár. Ein 16 ára gamal/gomul fyri 50 árum síðani megnaði at samskifta á tveimum málum og hevði gingið sjey ár av kravdari skúlagongd. Ein 85 ára gamal/gomul í dag hevur tískil ikki neyðturviliga eins nógva skúlagongd og ein 16 ára gamal/gomul, umframt at tann 16 ára gamli/gamla megnar at fylgja við í øllum tíðindaflutninginum umvegis internetið, bæði á føroyskum, donskum og enskum. Hetta er nakað, ið tann 85 ára gamli/gamla helst ikki megnar. Tað stendur í fólkaskúlalógini í §2, stk. 3 at: Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði. Her verður víst á, at fólkaskúlin gevur næmingunum kunnleika um fólkaræði, og ger næmingin til reiðar at fara út at luttaka í samfelagskjakinum og taka politiska ábyrgd í einum fólkaræðisligum landi.
Kann møguliga steðga fólkafráflytingini
Føroyar eru í eini serstøðu á tann hátt, at stórur partur av okkara ungdómi er ikki í landinum, serliga tey ímillum 18 og 25 ár. Tískil hevur føroyskur politikkur ikki nógvar atkvøður frá teimum ungu. Tað hevði verið upplagt at givið teimum 16 ára gomlu valrætt, av tí at tey (enn) eru í landinum. Tey høvdu megnað at ávirka á tann hátt, at politikkarnir brádliga vórðu noyddir at fara og raðfesta ungdómin meira; tí nú høvdu teir eisini brádliga skula roynt at fiska atkvøður frá einum nýggjum aldursbólki, ið allarhelst hevur onnur áhugamál. Hetta kundi elvt til, at fleiri áhugamál hjá teimum ungu høvdu komið ígjøgnum, og møguliga kundi tað bøtt um viðurskiftini hjá ungdóminum. Á henda hátt kundi verið møguligt at steðga fólkafráflytingini, av tí at tað kundi verið betri umstøður hjá ungdóminum at støðast í Føroyum.