Aftur at hesum skal Málráðið arbeiða út frá, meini eg, tí veruleika, at føroyskt er eitt miðskandinaviskt mál. Í hesum liggur fylgjandi. Tey norðurlendsku málini verða flokkað í oyggjaskandinavisk og fastlandsskandinavisk mál. Her verður sagt, at føroyskt er oyggjaskandinaviskt, tí tað hevur ymiskt syntaktiskt felags við íslendskt. Hini norðurlandamálini, danskt, svenskt og norskt eru fastlandsskandinavisk.
Men føroyskt er ikki eitt oyggjaskandinaviskt mál. Flokkingin er skeiv, og tað er tí, tað stundum hevur bæði oyggjaskandinaviska syntaks, stundum fastlandsskandinaviska og stundum bæði. Eitt dømi um hetta síðsta er tann ópersónliga, passivkonstruktiónin: Í gjár varð dansað umborð á skipinum. Henda setningin hevur føroyskt felags við íslendskt, men um eitt tað er í setninginum: Í gjár varð tað dansað umborð á skipinum, gongur føroyskt saman við teimum fastlandskandinavisku málunum. Hetta eina dømið fer at duga. Tað vísir, at føroyskt loyvir bæði oyggjaskandinaviskari og fastlandsskandinaviskari syntaks. Tað er tí ymiskt er niðurarvað, annað er lænt sum úrslit av tvímælisstøðuni. Úrslitið er, at føroyskt er í vissum førum kompleksari enn danskt t.d. og íslendskt, har komplekst merkir, at tað tekur longri at lýsa; sbr. tvær ópersónligar, passivar konstruktiónir í føroyskum, ein í hinum.
Føroyskt skal flokkast sum eitt miðskandinaviskt mál, og tað er ikki bara syntaktiskt, at føroyskt best flokkast sum eitt miðskandinaviskt mál. Eisini tá ið talan er um málrøktina; hugburðin til lán og hvussu nógv lán eru í málinum. Og hetta skal endurspeglast í endamálsorðingini til Málráðið. Sum er, ger tað tað ikki.
Neyvari sagt. Tað, sum skal endurspeglast í endamálsorðingini er: (1) at teir fýra málførleikarnir at tosa, at lurta/skilja, at lesa og at skriva verða virdir; (2) at føroyskt er eitt miðskandinaviskt mál, bæði syntaktiskt, men eisini viðvíkjandi lánum; (3) at málrøktin ikki er so stang í Føroyum sum í Íslandi og (4) at føroyingar eru tvímæltir, fleiri enntá fleirmæltir (føroyskt, danskt og enskt).
Hetta alt førir m.a. við sær, at stavsetingarorðabókin, ætlanin er at gera, ikki bara skal skráseta nýkomin føroyskt orð. Málráðið og tað/tey fólk, sum har fara at arbeiða, skulu ikki skráseta nýkomin føroysk orð. Skrásetast skulu NÝKOMIN ORÐ Í FØROYSKUM og málilskur, nýggjar bendingar og syntaks. Dømi um eitt nýkomið orð í føroyskum er: uppmerksemi, sum eg sá á Vágaportalinum fyri stuttum. Eitt annað er so wikileaks. Eitt triðja (ikki so nýtt) er: fjeppari. Dømi um nýggja syntaks, sum er í ferð við at taka seg upp, er nýtslan av koma í framtíðarmerking, t.e.: eg veit ikki, um hann kemur at spæla aftur fyri: fer at spæla aftur. Dømi um ein annan bendingarflokk er: ein mýra, sum bendist sum kona í eintali, men sum hurðar í fleirtali; t.e. talan er um eina blandbending. Annað dømi er blandbendingin av hobby. Bundið í eintalið er tað hobbyið = barnið. Óbundið í eintali bendist tað sum dømi = hobby.
Eyðvitað kann Málráðið vera við at útvikla eitt yrkismál, men tað skal ikki vera so forgjørt og langt frá málveruleikanum, sum fleiri dømi hava verið um í Føroyum sum úrslit av einari forstokkaðari málrøkt. Her er tað, at eg aftur vísi til, at teir fýra málførleikarnir skulu respekterast. Allir teirra. Og flokkingin av føroyskum ímillum norðurlandamálini. Tað nyttar ikki at gera eitt yrkismál sum tað, sum er í alisfrøðibókum ella koyribókini og onkrari læknabók og sum mangan endurspeglast í Føroysk orðabók. Her er talan um eitt mál, sum fólk ikki skilja, tí tað er fylt við fremmandum orðum. Hesi fremmandu orðini síggja út sum føroysk, t.d. ástig fyri pedalur (Føroysk orðabók), men tað groteska er, at málrøktin hevur megnað í hesum føri at skapa eitt fremmant orð, meðan tað innlænta orðið ikki er fremmant. Eg skilji tá eitt fremmant orð sum ‘eitt orð sum málbrúkarin ikki skilir’. Og tá er tað, at mann aftur fer at hugsa um málførleikarnar, har ein er: at lurta/skilja. Tó er tað ikki altíð, at málrøktin er so óheppin sum omanfyri. Nýorð verða brúkt, sum eitt nú bókmentir vísir og fleiri onnur, sum J. Jacobsen gjørdi.
Ansast má eftir, at skil er í lóggávuni. Málið er eitt tól, sum skal brúkast og Málráðið skal virka fyri, at fólk sleppa at brúka eitt flótandi mál, ikki eitt stirvið grótføroyskt mál.
Sum sagt, skil skal og má vera í lóggávuni. Hon má ikki vera so fullkomiliga høpisleys sum Navnalógin, ið fullkomiliga, í strangasta formi sínum, sá burtur frá gomlum uppkallingarsiði í Føroyum og yvirhøvur føroyskari navnagávu, tí hon varð gjørd eftir viljanum hjá teimum fáu.
Fer Málráðið at arbeiða soleiðis, er tað betur ókomið. Fer tað at arbeiða eftir einum leisti, har tað virðir føroyskt sum miðskandinaviskt við tí, sum tað inniber, fer tað at fungera. Og um ymiskar áskoðanir fáa rúm í Málráðnum.