Eitt lukkuligt fólk

SOSIALURIN hevur fingið bræv frá einum týskum áskoðara til dystin tann 11. juni millum Føroyar og Týskland. Hann fegnast um Føroyar og føroyingar og hartar sínar landsmenn, sum hann heldur hava farið illa við føroyingum í blaðnum Bild-Zeitung

Háttvirda blaðstjórn

Tað er við gleði og skálkabrosi, at eg havi lisið oddagreinina "David og Goliat" í blaðnum hjá tykkum í farnu viku (11.6). Eftir tvær vikur í oyggjunum hjá tykkum ? hjá mínum føroysku vinfólkum á Skála ? má eg sanna, at tykkara orð bera sonn boð um hesar framúrskarandi eginleikarnar hjá tykkara landi og tess fólki: tað sunna sjálvfølilsið hjá føroyingum, teirra positiva bekennilsi til sín tjóðskaparliga identitet og teirra einastandandi blíðskap. Tit mugu vera eitt lukkuligt fólk. Eg vil fegin takka høvundanum at oddagreinini fyri hansara beinraknu og humoristisku orð.
Eg vil eisini siga, at eg eri harmur um tey niðursetandi, yvirflatisku og tápiligu orðini frá tveimum týskum starvsfólkum í sendinevndini hjá tí týska fótbóltsfelagnum, sum stóðu at lesa í BILD-Zeitung í farnu viku. Bæði úttalilsini hjá DFB-forsetanum Gerhard Meyer-Vorfelder og viðmerkingin hjá ítróttarjournalistinum Günter Netzer (sum sjálvur er ein framúrskarandi fótbóltsviðmerkjari) bera prógv um manglandi kunnleika til tykkara land, men eisini um eina framligheit, sum bara kann komast av býttheit og arrogansu. Eg havi upplivað stórar avrikanir hjá tykkara fólki, tað frálíka samferðslunetið, teir nógvu mentanarligu stovnarnar (serliga Norðurlandahúsið), fleiri av tykkara nógvu kunstnarum og tykkara fyrsta floks "Norrönu", og hetta alt hevur uppiborið høga viðurkenning. Eg veit, at nógvir av mínum landsmonnum hava hugt betur at tykkara landi enn hesir fótbóltsstarvsmenninir og tí kunnu geva eina rættari og hollari meting.

Eg heilsi tær vinaliga!

Ernst Jordan
D-21256 Handeloh
Týskland