Eitt ljós á gøtu míni

»Og meðan hann var í Betaniu, inni hjá Símuni hinum spitalska, og sat til borðs, kom har ein kvinna við eini Alabasturkrukku av reinari, sera dýrabærari nardus-salvu; og hon breyt alabasturkrukkuna sundur og helti salvuna út yvir høvur hansara. Mark. 14,3.

Í sanginum »her leikti tær lendi« yrkir Chr. Matras í einum ørindi: »Ein óskrivað søga, ein orðaleys røða, um fólkið her livdi, skapaði tjóð«!

Her er talan um skaldskap á høvum støði. Skaldið vil vísa okkum á, at søgan ongantíð er skrivað, á sama hátt er røaðn ongantíð hildin. Men minnini frá teimum farnu tíðunum standa sjónlig og minna á, at her hevur búleikast eitt fólk, sum setti føtur í spenni, fyri at bøta um livikorini.

Kvinnan í prædikutekstinum í morgin ger eina góða gerð ímóti Jesusi. Vit vita ikki, hvør hon er, men hon hevur ein serligan tokka til jesus. Tí salvar hon hann til burturferðina.

Vit leggja merki til, at eins og hjá Chr. Matras er her talan um viðurskifti, ið skulu vísa okkum á, at okkara tilverugrundarlag ikki er komið bert eftir einum degi! Vit eru ein partur av einum ættarliði, men minnini um farnar tíðir standa sum varðar, ið skulu vísa okkum vegin. Og vegurin er gingin, kvinnan vísir okkum á hann við síni góðu gerð. Í fólksins eygum er hon tápulig, tí hon snýr sína kostbæru salvu upp á Jesus, hon kundi jú havt vunnið nógvan pening fyri hana. Men andi Harrans vísir henni á, at maðurin, hon salvar, er sjálvur Guð í mannalíki. Amen.